Høgni fekk blusuna hjá Negredo

Kendur spanskur áleypari gav føroyskum drongi eitt minni fyri lívið

Tað var eftir sigurin hjá B36 á útivølli ímóti Titograd, at 7 ára gamli Høgni Beder segði við pápa sín, Bjarna Beder, at nú skuldi B36 spæla ímóti Pepe. Pepe er ein heimskendur miðverji frá Portugal, sum til dagliga spælir við mótstøðuliðnum hjá B36 í gjár, Besiktas. Gamaní var Pepe ikki við í ferðalagnum hjá Besiktas í Føroyum, men fleiri aðrir kendir leikarar spæla við turkiska stórfelagnum.

 

Tað bar ikki til hjá feðgunum Beder at fara til dyst í Gundadali í gjárkvøldi orsakað av, at pápin helt 40 ára føðingardag. Tó fekk Bjarni ístaðin tað hugskot, at teir báðir kundu fara til venjingina hjá Besiktas í Gundadali mikukvøldið.

 

Komnir oman í Gundadal bar tó hvørki til at síggja venjingina ella at koma í nakað slag av sambandi við leikararnar, tí venjingin var stongd fyri almenninginum. Hetta harmaði Høgna Beder, men pápin hevði fingið eitt annað hugskot.

 

Frá heiminum í Sýrugøtu kundu teir síggja oman í Gundadal, har bussurin hjá Besiktas-leikarunum, sum koyrdi niðan til Hotel Føroyar eftir venjingina, stóð. Tá ið bussurin fór úr Gundadali løgdu feðgarnir Beder leiðina niðan til Hotel Føroyar, har onki var til hindurs fyri, at teir kundu hitta leikararnar hjá Besiktas, ið komu niðan stutt eftir.

 

Beint uttanfyri Hotel Føroyar stóð Høgni Beder og pápin sum teir einastu og tóku ímóti Besiktas-leikarunum. Høgni var ílatin eina turkiska landsliðsblusu við Arda Turan á rygginum. Leikararnir hjá Besiktas vóru fryntligir og góvu sær góðar stundir at bæði práta og skriva autografar á ein bólt, sum Høgni hevði tikið við niðan til høvið.

 

Ein av teimum, sum skrivaði autografar, var Álvaro Negredo, sum áður hevur spælt í Premier League við Manchester City og Middlesbrough. Eisini hevur hann spælt 21 landsdystir fyri Spania, har hann hevur skorað 10 mál.

 

Bjarni Beder tók fleiri myndir, meðan sonurin hitti Besiktas-leikararnar. Hann legði nakrar av hesum myndum út á Instagram, og tað gekk bara ein heilt lítil løta, so hevði Álvaro Negredo dámt myndina. Síðani byrjaðu Bjarni Beder og Álvaro Negredo at skriva ímillum sín á Instagram, har teir ráddu av, at Høgni skuldi fáa blusuna hjá Negredo, tá ið dysturin varð liðugur hóskvøldið.

 

Tískil endaði tað við, at svágur Bjarna Beder, ið tosar flótandi spanskt, fór oman at hyggja eftir dystinum ímillum B36 og Besiktas saman við Høgna. Eftir dystarlok høvdu teir avtalað at hittast eitt ávíst stað, men hetta bar ikki til. 

 

Negredo sat á bonkinum hjá Besiktas allan dystin, men hann hevði ikki gloymt avtaluna við føroyska smádrongin. Eina løtu eftir dystarlok gekk hann sjálvur á vøllinum og leitaði eftir Høgna Beder, men hann fann hann ikki. Síðani skrivaði Negredo til Bjarna Beder á Instagram um, hvar teir mundu vera, og síðani funnu Høgni Beder og svágur Bjarna Beder saman við Álvaro Negredo. 

 

Síðani fekk sjey ára gamli Høgni Beder blusuna hjá navnframa Álvaro Negredo - og helst eisini eitt minni fyri lívið.