Høgni fegnast

?Vit hava tikið eitt sjey míla fet við nýggja útspælinum frá dønum, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í í sjálvstýrismálum

Vitjan

Høgni Hoydal er væl nøgdur við vitjanina hjá Anders Fogh Rasmussen í Føroyum. Hann undirstrikar, at hetta er eitt stórt fet fyri fullveldistilgongdina.
?Vit hava tikið eitt sjey míla fet við nýggja útspælinum frá dønum, sigur Høgni Hoydal, sum heldur, at sum støðan er nú, so eru Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin tapararnir av vitjanini hjá Fogh. Hevði Javnaðarflokkurin hildið fast við tað, ið teir søgdu undan valinum í 98, so varð komið heilt langt í fullveldistilgongdini, leggur Høgni afturat
Aðrir hava ført fram, at fullveldistilgongdin verður steðgað við alla við hesari avgerðini, men hetta heldur Høgni Hoydal vera púrasta burturvið.
?Hetta er heilt tvørturímóti. Hetta er í veruleikanum júst sama uppleggið, ið varð skotið upp í sambandi við ætlaðu fólkaatkvøðuna í maj, og nú hevur danska stjórnin eftir øllum at døma góðtikið hetta, sigur Høgni Hoydal.
Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum sigur seg vera greiðan yvir, at danski forsætisráðharrin við hesum ætlar at fjálga um ríkisfelagsskapin og fáa føroyingar at vera verandi innanfyri.
Tað hevur verið ført fram, at bólturin liggur hjá føroyingum í løtuni. Hesum er Høgni Hoydal samdur við. Men hann hevur ligið hjá føroyingum alla tíðina, sigur Høgni.
Í pettinum í felagsfráboðanini, sum Anfinn Kallsberg og Anders Fogh Rasmussen skrivaðu undir, har tað verður tosað um, at yvirtøkurnar skulu henda innanfyri ríkisfelagsskapin og grundlógina, vísir Høgni Hoydal á, at hetta er sjónarmiðið hjá donsku stjórnini, sum hann als ikki er samdur við, men bara má konstantera.
?Vit meta ikki grundlógin sum okkara grundlóg, men bert sum eina vanliga lóg. So fyri okkum er einki broytt, sigur Høgni Hoydal.
Tá hann verður spurdur, um hetta kemur óvart á hann, og hvønn leiklut hann heldur, at komandi løgtingsvalið fær, svarar hann:
?Eg havi havt samband við politikararnir, tá ið eg var á fólkatingi, so hetta kemur óvart á meg. Komandi løgtingsval verður ein fólkaatkvøða um fullveldi og eitt lagnuval, sigur Høgni Hoydal.