Í gjár vóru tíðindini, at ÍF hevði skrivað undir sáttmála við miðvallaran Karl Løkin.
Í kvøld eru tíðindini úr Fuglafirði, at ÍF hevur skrivað undir sáttmála við Høgna Madsen.
ÍF er barndómsfelagið hjá 33 ára gamli miðvallaranum, sum ikki hevur spælt við ÍF síðani 2013.
Síðani spældi han við EB/Streymi, FS Suðuroy, B36 og NSÍ, áðrenn hann fór av landinum.
Í ÍF verður upplýst, at Høgni Madsen í fjør spældi við Fram og í ár hevur spælt við Thróttur Vogar í Íslandi.
Sambært faroesoccer.com hevur Høgni Madsen spælt 268 dystir í bestu føroysku deildini.
Tá ið Høgni mynstraði av í Fuglafirði fyri fimm árum síðani, átti ÍF eitt gott lið. Í 2010 endaði ÍF á fjórða plássi, í 2011 á sjeynda plássi, og bæði í 2012 og 2013 endaði tað við silvurkrónur í landskappingini. EB/Streymur vann FM tað fyrra árið, og seinna árið varð HB meistari.
Í 2010 tapti ÍF 1-0 í steypafinaluni ímóti EB/Streymi, og í 2011 vann EB/Streymur 3-0. Báðar finalurnar vóru í Klaksvík.
Nú er setningurin hjá ÍF og Høgna Madsen at halda tørn um plássið í bestu deildini, sum ÍF tryggjaði sær við at vinna næstbestu deildina í 2018.