Høgni Djurhuus, formaður í Siðseminevndini: ? Alneyðugt við føroyskum biobanka beinanvegin

Formaðurin í siðseminevnd heldur, at myndugleikarnir sum skjótast skulu seta á stovn ein føroyska biobanka, har allar upplýsingar frá føroyskari gengransking og aðrari mannagransking verður savnað. Soleiðis sleppa vit undan, at alt tilfarið verður sent av landinum og síðani fyribeint

 

Gransking


Føroyingar skulu sjálvir varðveita og granska í genunum hjá føroyingum. Tíðin er komin, at landsmyndugleikarnir seta á stovn ein granskingardepil í Føroyum, har til ber at fara undir alt slag av mannagransking. Soleiðis slepst undan tí óhepnu støðu sum nú er, at øll gransking av føroyskum genum verður gjørd uttanlands.

Hetta heldur Høgni Djurhuus, sum seinasta árið hevur verið formaður í Vísindasiðseminevnd Føroya.

Tað skilst, at Almanna- og Heilsumálastýrið arbeiðir við málinum í løtuni, men enn er einki ítøkiligt komið fram haðani.

Høgni Djurhuus sigur, at siðseminevndin hevur fleiri ferðir gjørt landsmyndugleikunum vart við, at neyðugt er at arbeiða fram ímóti einum føroyskum biobanka, har alt mannalívfrøðiligt evni kann savnast.

Høgni sær onga forðing fyri, at slíkur banki kann setast á stovn í Føroyum, men tað er uppgávan hjá landsstýrinum at seta hetta í verk.

Sum nú er, verður alt slíkt tilfar forkomið, eftir at granskarar hava brúkt tilfarið í sínum arbeiði.


Óheppið

Fortreytirnar fyri gengransking í Føroyum eru, at tey neyðugu tólini eru til taks hjá granskarum. Eingi slík tól eru í Føroyum í løtuni, og tað hevur við sær, at um granskarar ætla sær at granska gen hjá føroyingum, so mugu teir uttanlands at gera arbeiðið. Høgni Djurhuus sær vansar við hesum.

? Tað er ein vansi við, at granskarar mugu út um landoddarnar at kanna føroysk gen. Tað er sera óheppið, men neyðugt í løtuni, tí vit hava ikki tól til endamálið.

Tí heldur Høgni Djurhuus, at vit sum skjótast skulu seta á stovn ein føroyska data- og biobanka. Har skulu allar upplýsingar og kanningarúrslit verða goymd undir føroyskari lóggávu.

Siðseminevndin tekur í løtuni støðu til einstakar umsóknir frá granskarum so hvørt. Genkanningarnar verða gjørdar uttanlands, og blóðroyndirnar verða síðani fyribeindar.


Lógin er nøktandi

Í Føroyum hava vit onga einstaka lóg, sum bara fevnir um gengransking. Fyri einum ári síðani var lóg samtykt í løgtinginum, sum fevndi um alla mannagransking yvirhøvur. Hetta var ein donsk lóg, sum varð lagað til føroysk viðurskifti.

? Vit hava í Føroyum sera strangar reglar viðvíkjandi gengransking, og eg haldi, at granskarar hava nóg góðar og greiðar karmar at virka undir. So leingi teir halda seg til galdandi lóg, sigur Høgni Djurhuus.

Høgni Djurhuus heldur, at vit eiga at granska í genum, tí tað týdningurin av hesum granskingarúrslitum kann vera stórur.

? Tað, sum vit vinna við at hava granskingina í Føroyum, er, at vit fáa eitt granskingarumhvørvi í Føroyum. Upplýsingarnar frá hesum granskingum eru eisini tryggari, um vit ansa eftir teimum her.

Tað harmar eisini nevndina, at granskarar ikki sleppa til verka, tá nevndin hevur givið loyvi, tí landsmyndugleikarnir ikki hava greiðar reglur um, hvussu granskingartilfeingið innan mannalívfrøðigliga gransking í Føroyum skal handfarast.


Fíggjarligi vinningurin

Nógvur peningurin er gengranskingini, og tí er eisini umráðandi, at Føroya land fær ágóðan av tí peningaliga vinningi, sum er at fáa.

Siðseminevndin heitir tí á landsmyndugleikarnar um at hava í huga, at møguligur fíggjarligur ágóði kemur landi ella viðkomandi stovni til góðar.

Nevndin vónar eisini, at Almanna- og Heilsumálastýrið skjótt kann koma við einum úrsliti av teirra arbeiði á hesum økinum. Tí sum er minkar áhugin millum granskarar at arbeiða her.