Høgni Djurhuus er hendinga snildur við penninum og dugir at spæla sær við málinum. Í klummunum bjóðar hann málinum av, gevur tí flog, samstundis sum hann krevur nógv av sínum lesarum. Lesarin, ið gevur sær stundir, varnast nógv tekstløg, sum hvørja viku gera miðlarnar fjølbroyttari.
Fyri at hava ríkað móðumálið á henda hátt fær Høgni Djurhuus Móðurmálsvirðislønina 2012, sum Dimmalætting, Sosialurin, Kringvarp Føroya, Føroyska málnevndin, NÁM og Mentamálaráðið lata.
Bjørn Kalsø
Landsstýrismaður í mentamálum










