Hvat tað so er at »røkja« sítt løgtingsstarv, tað kunna tað vera ymsar meiningar um, men ein partur er vælsaktans at møta á tingfundi.
Av teimum 68 tingfundunum, sum hava verið frá 15. mars til 1. desember í ár hevur Høgni Hoydal verið burturstaddur teir seytjan. Tað er eitt fráveruprosent upp á 25 - og í einum miðnámsskúla hevði tað verið útvísing.