Høgni bakkaði

Málini hjá Høgna Hoydal um bundnan sjálvstýrisleist og um at staðfesta sjálvsavgerðarrætt føroyinga vórðu ikki løgd fram á tingfundinum í dag

 

 

Tað eydnaðist Anfinn Kallsberg, løgmanni, at fáa Høgna Hoydal at bakka í trætuni um sjálvstýrismálið.

Høgni Hoydal tók í kvøld eftir drúgva umhugsunartíð og harðar samráðingar aftur tey bæði uppskot síni um ávikavist bundnan sjálvstýrisleist og um at staðfesta sjálvsavgerðarrætt føroyinga.

? Eg valdi at missa andlit heldur enn at missa alt sjálvstýrismálið á gólvið. Og eg valdi at missa andlit, segði Høgni Hoydal beint eftir tingfundin.

Tað, at formaður Tjóðveldisfloksins tók uppskot síni aftur, hendi beint eftir, at Unga Tjóðveldið og landsstýrismaðurin, Tórbjørn Jacobsen, á fólkafundi høvdu kravt av løgmanni, at uppskotini skuldu leggjast fram. Tað var kortini ikki løgmaður, men formaður Tjóðveldisfloksins, sum bakkaði.