Høgni er havnarmaður sonur Einar Mikkelsen el-installatør.
Eftir lokna skúlagongd fór Høgni í læru sum elektrikari í fyritøkuni hjá pápanum í 1964. Tá hann varð útlærdur í 1969, fór hann á el-innleggjaraskúla í Keypmannahavn og fekk prógv í 1973. Síðan hevur hann arbeitt í fyritøkuni.
Hann hevur verður limur í Tekniq (danska el-innleggjarfelagið) í nógv ár og bleiv 1. januar 2020 seniorlimur í Tekniq.
Eins og pápin hevur Høgni stóran áhuga fyri handverkarayrkinum og serliga el-fakinum, Hann var eitt langt tíðarskeið nevndarlimur og formaður í Havnar Handverksmeistarafelag umframt hevur hann sitið í stýrinum fyri Tekniska Skúla og FHMF.
Síðan 1980 hava Sonja og Høgni rikið el-fyritøkuna Sp/f Einar Mikkelsen saman.
Fyritøkan hevði sín 70 ára stovningardag 18. august 2019.
Tann 1. sept 2019 bleiv el-parturin av fyritøkuni seldur til Elnet Sp/f, meðan lampuhandilin framvegis er í navninum Einar Mikkelsen og Sonja Mikkelsen er stjóri.
Móttøka verður í sambandi við at Elnet Sp/f hevur yvirtikið el-partin hjá Einar Mikkelsen Sp/f, sum hevur virkað í Føroyum í 70 ár.
Sama dag hevur Høgni B. Mikkelsen sín 55 ára starvsdag, harav 40 ár sum stjóri.
Móttøkan verður fríggjadagin 28. februar frá kl.14.00-17.00 í høllini hjá Dansifrøi í Gundadali, har øll eru hjartaliga vælkomin.

Høgni B. Mikkelsen 70 ár

