Høgni Madsen verður aftur komandi kappingarár at síggja í ÍF. Hann varð loystur úr sáttmálanum, tá hann valdi at fara til Malta at royna seg, men ætlanin var altíð at koma at aftur til ÍF. Nú boðar heimasíðan frá, at alt er komið upp á pláss.
Høgni Madsen hevði saman við ÍF liðnum eitt gott kappingarár í fjør, og fekk eitt silvur heiðursmerki um hálsin. So skjótt sum heiðursmerkið var komið um hálsin valdi Høgni at fara til Malta, men í staðin fyri at ganga runt í svimjibuksum, so valdi Høgni at royna seg í Pieta Hotspurs FC.
Umframt góðu avrikini á ÍF liðnum, so hevur tað eisini fingið viðurkenning frá landsliðsvenjaranum, at Høgni hevur valt at royna okkurt øðrvísi og ikki hildið steðg í vetur, tí hann er nú úttikin til landsliðið, sum skal til Thailand á venjingarlegu í komandi mánaði.
Hetta munnu verða góð tíðindi hjá ÍF viðhaldsfólkum, felagið hevur annars havt rímuliga stóra frágongd. Thomas Asmussen kemur ikki aftur úr Danmark, Flemming Christensen heldur ikki fram sum venjari, Karl Løkin skiftir til NSÍ, meðan menn sum Jan Ellingsgaard, Bogi Løkin og Uni R. Petersen eru farnir av landinum. Inn eru komnir Hendrik Lamain Rubeksen, og Hanus Thorleifsson, umfrat at Høgni Madsen nú heldur fram.









