Høgni: 07 Vestur kann yvirliva í deildini

(FM1) Hoyr liðskiparan hjá 07 Vestur, Høgna Egilstoft Nielsen seta orð á 0-1 tapið ímóti Víkingi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við liðskiparan hjá 07 Vestur, Høgna Egilstoft Nielsen aftaná 0-1 tapið hjá 07 Vestur á Dungasandi í Sørvági ímóti Víkingi fyrr í kvøld.

 

Høgni Egilstoft Nielsen viðgongur, at helst var talan um ein uppibornan sigur, men vóru teir í 07 Vestur meir árvaknir í støðuni tá Víkingur fekk dømt brotsspark sum førdi til sigursmálið, so hevði eitt stig aftrat kunna verið á kontuni hjá heimaliðnum.

 

07 Vestur hevur fýra stig, men enn eru "bara" sjey stig upp til Suðringar á áttanda plássi. 36 stig eru eftir at spæla um, so tað 07 Vestur hevur møguleikan at bjarga sær í deildini, staðfestir Høgni Egilstoft Nielsen.

 

Samrøðan Árni Gregersen gjørdi við Hanus Jacobsen hjá Víkingi hoyrist HER