Høgna dámar ikki Høgna

Høgni Mohr er komin við yrkingasavni við heitinum ”mær dámar ikki høgna hoydal”. Við sjey útgávum í skjáttuni, er vágbingurin í Havn ein rithøvundur, ið er samfelagskritiskur og sum dámar at seta spurnartekin við autoritetar. Her fara vit í dýpdina við rithøvundinum, ið endiliga aftur fekk starvsløn, og sum ikki hevur bil, fartelefon ella facebook

At ringja ella skriva á facebook nyttar ikki. At enda finni eg eina teldupostaddressu. Tá kemur svarið skjótt. Vit avtala at hittast á Býarbókasavninum í Havn.

Høgni, tú er komin við nýggjum yrkingasavni við heitinum ”mær dámar ikki høgna hoydal”. Dámar tær ikki Høgna Hoydal?

– Tað kemur sum so ikki málinum við. Hetta eru yrkingar. Man hevði nokk ikki spurt tann, sum sigur, at áin lær, um hann meinar tað, at áin flennir, tá ið hon rennur omaneftir. Tað hevur ikki nakað beinleiðis við Høgna Hoydal at gera, at heitið er soleiðis, sigur hann.

Hví er heitið á bókini, sum tað er?

– Tað er tematiskt nakað, ið rennur gjøgnum allar yrkingarnar, at tað eru sera nógv ting, ið mær ikki dámar. Tað er tó ikki í øllum førum hatur, ið sipað verður til. Altso ikki nakrir ávísar persónar, men eg valdi at nevna bókina soleiðis, sigur Høgni Mohr.

Hóast tað er komið út á heystið, og tað hvítnar í tindunum, so er Høgni í stuttum buksum. Súkklan stendur uttanfyri. Í morgun hevur hann verið ein túr uppi á Kongavarða.

Vil vera formleysur

Hetta er fyrsta yrkingasavnið, ið Høgni Mohr gevur út. Hann heldur seg kortini ikki til tann klassiska háttin at yrkja við rími og rytmum.

– Tað er formleyst. Mítt perspektiv inn á ta tíðina, vit líva í, er, at tað er formur og ikki so nógv innihald. Okkara lív og okkara samfelag er sera nógv formur. Eg vil eitt sindur burtur frá tí, og royni heldur at hava meir innihaldi. Tað formleysa ímyndi eg mær sum træðrir, sum fara út og enda onkustaðni og vaksa seg til eitt ella annað, sigur hann.

Egnir tankar um deyðssyndirnar

Hvat er innihaldið í hesum yrkingasavninum?

– Onkur vil helst kalla tað ”Stream of consciousness”, tað við siga ”tankastreymar”. Tankar, ið streyma gjøgnum mítt høvd. Tí er tað mítt sjónarhorn. Fyri at tað ikki skal flóta út í einki, so havi eg loyvt mær at vera eitt sindur formleysur, og tó, eg havi sett mínar tankastreymar í kassar, ið eg kalli ’deyðssyndir’. Talan er um tær klassisku deyðssyndirnar, sigur Høgni Mohr.

Yrkingasavnið er 156 blaðsíður. Talan er bæði um føroysk og altjóða viðurskifti.

– Yrkingasavnið er samfelagskritiskt. Í útgangsstøðinum eri eg nógv ímóti nógvum tingum. Tað er eisini ein roynd at pilka autoritetir niður. Nógv, haldi eg, taka sær rættindi til at definera nógv ymiskt. Við tíðini verður hetta rætt, bara tí hesir persónarnir siga tað, sigur rithøvundurin.

Roynir tú at seta spurnartekin við autoritetar?

– Ja. Tá ið øll hugsa tað sama, so er tað tað sama, sum at eingin hugsar, sigur Høgni Mohr.

##med2##

Rýma úr egnum eksistensi

Er bókin politisk?

– Hon hevur nakað við samfelagið at gera, og politikkur er partur av samfelagnum. Tað er trupult at siga, hvat yrkingarnar eru, men lættari er at siga, hvar tær koma frá. Tær koma frá ekistensinum hjá menniskjanum, skilt á tann hátt, at út frá mínum sjónarhorni, er tíðin merkt av eksistensiellum vegamóti. Eg kenni, at menniskjan er einsamøll.

– Eg trúgvi, at nakað av tí, sum nakrir franskir filosoffar skriva um, og sum onnur eru dugnalig at endurgeva, at alt okkara grundarlag er roynt. Tær politisku ideologiirnar eru royndar, Gud er royndur, og tað er sum um vit hava vrakað alt hetta. Nú eru vit eitt sindur einsamøll við okkum sjálvum. Vit eru innanhokin eksistentielt, og alt er upp til okkum sjálv, og so síggi eg, at fólk royna at finna útvegir, ella rýmingarleiðir úr sínum egna eksistensi. Tað liggur til okkum menniskju, tí vit eru deyðilig og eru tilvitað um tað. Vit síggja tað millum annað í psykiatriskum diagonosum. Eg havi einki ímóti tílíkum diagonosum. Tað er bara vorðið ein sera natúrligur vegur at fara í okkara tíð, at um eg feili okkurt, so kann eg fáa frið ella eg finni ein útveg úr hesum, sigur Høgni Mohr.

Ikki fangaður í skeivum kroppi, men í skeivum eksistensi

Hvat meinar tú við?
– Vit síggja tað millum annað í kjakinum um kyn. Ikki júst seksualitetinum, men í kynskjakinum. Til dømis um ein persónur vil skifta kyn. Tað er legitimt at kenna tað soleiðis, men eg haldi, at í nógvum førum er tað ikki nakað við kynið at gera. Tað, sum útspælir seg, er menniskja sjálvt, sum ikki tolir ella hevur trupulleikar við sínum egna eksistensi. Onkursvegna royna vit at finna okkurt narrativ um okkara lív, sum er at yvirskoða, og av tí at vit altíð uppliva eksistensin úr egnum sjónarhorni, so kunnu vit í hesum døminum hugsa: Eg vil finna ein veg úr mínum egna eksistensi, og tað kann eg gera við at skifta kyn. Tað ber til sum maður at ganga í konufólkaklæðum ella øvugt, ella at lata seg skurðviðgera fyri at orðna hetta. Sum eg síggi tað, er ein ikki fangaður í skeivum kroppi, men ein er fangaður í sínum egna eksistensi. Hetta gerst ein rýmingarleið hjá summum. Men tá ið ein kemur út, so hevur viðkomandi framvegis sín egna eksistens, sigur Høgni Mohr.

– At fólk gera hetta ella líknandi, havi eg stóra virðing fyri. Men eg trúgvi ikki altíð upp á narrativið, sum tey siga. Vit kunnu ikki heingja okkara eksistens upp á eina psykiatriska diagnosu ella eina fatan av, hvar vit eru kynsliga. Eg virði hesi fólkini, tí tey gera eina roynd at vera í hesum deyðiliga eksistensinum. Tað er natúrligt, tá ið alt annað er koyrt til síðis, og ein ikki trýr upp á ideologiir ella nakra guddóm. Tað er ikki neyðugt at siga, at tað passar. Eg haldi, at tað er menniskja, ið útspælir seg í einum nógv størri konteksti enn tað, at tað snýr seg um kyn, enn at tað snýr seg um, at ein er bipolarur ella hvat ein nú er kynsliga, sigur Høgni Mohr.


Allir møguleikar fyri nøkrum størri eru úttømdir

Er talan um at hylja tað veruliga, ið liggur aftanfyri?

– Nei, tað er menniskja, sum merkir, at tað er trupult at vera menniskja. Tað hevur altíð verið trupult at vera eitt vesin, ið er deyðstilvitað. Tað er ikki nógv nýtt í hesum. Eg trúgvi, at tá ið allir hesir møguleikarnir fyri nøkrum størri eru úttømdir, at Gud ikki riggar, at nasisman ikki riggar, at kommunisman ikki riggar, og kapitalisman riggar so als ikki, so er brádliga alt upp til ein sjálvan, sigur rithøvundurin.

Innanhokið – eisini fittness

Er talan um individualismu?

– Alt er innanhokið. Fólk halda, at tey kunnu finna sína æru í einum fittnessrúmi. Tað er sera syrgiligt at síggja. Úrslitið er ein ekstremur tómleiki. Tey finna út av, at kroppurin skal síggja út upp á onkran ávísan hátt, og so møtir ein teimum seinni, tá ið tey hava fingið henda stramma búkin og minna afturpartin, men so eru tey nógv minni fitt tá, í mun til tað, tey vóru áðrenn. Tað er keðiligt. Hetta er eisini ein leitan, ið endar í tí sama eksistensinum, sum ein var í áðrenn.

– Ein kendur danskur gudfrøðingur, Peter Kemp, hann er stuttsíðani deyður, segði, at fyrr trúðu fólk upp á tað, sum tey ikki vistu, nú trúgva fólk ikki upp á tað, sum tey vita. Tað er har, vit eru fangað. Vit agera út frá nøkrum, sum vit í grundini ikki trúgva, men kortini, so gera vit tað. Hansara niðurstøða er, at vit trúgva ikki upp á tað, at menniskjan er ein partur av framtíðini í heiminum, sigur Høgni.

Mín trúgv

Tað eru onnur, ið hava aðrar áskoðanir og siga, at trúgvin ella ideologiirnar bera, og at vit kunnu halda fast í teimum. Hvat sigur tú til hesi?

– Eg eri ikki trúboðari ella prædikantur. Eg havi einki ynski um, at onnur skulu lurta ella gera sum eg, eg havi einki ynski um at bestemma nakrastaðni. Men eg havi ynski um at vísa, hvat eg hugsi.

– Eg haldi, at vit hava øll brúk fyri eksistensiellari uppdrift av onkrum slagi. Okkum tørvar tað fyri at tíma upp um morgunin heldur enn at søkka niður í tað svarta holið, sum flestu okkara kaga niðurí viðhvørt. So vit noyðast nokk at velja eitt narrativ til okkara tilveru. Tað frelsandi flotið í hesum narrativinum kann til dømis vera Jesus, meditatión, AA, sólin, vistfrøði, Petur Mohr Dam, Allah ella okkurt heilt annað. Tað kann eisini vera onkur blandingur av hesum, sum er treytaður av tilveruliga dagsforminum. Innast inni vita vit tó, at hetta er okkara subjektivi sannleiki. Her kyknar so tað tilveruliga paradoksið: Intellektuelt ella í dulvitinum eru vit greið yvir, at vit hava valt onkran hissini knaka at heingja okkara tilveru uppá: Vit trúgva fyri at kunna vera til. Vit velja at trúgva. Tað vil siga, at vit bæði trúgva og trúgva ikki. Klára vit at liva við hesi dualistisku sannføring, kunnu vit heysta eyðmýkt. Tá viðganga vit nevniliga, hvussu avmarkað vit eru. Tað er kanska mín trúgv, sigur rithøvundurin.

Hugskot frá fjalltúri

Høgni Mohr hevur arbeitt við ætlanunum um eitt yrkingasavn í nógv ár. Hann hevur í fleiri ár skrivað ymiskt, ið hann hevur hugsað um, niður. Tað er tó ikki fyrr enn hetta seinasta árið, tá ið hann hevur sett seg at arbeiða burturav við hesum, at teir leysu tankarnir eru vorðnar yrkingar. Hann var millum annað í Reykjavík og í Funningi, har hann hevur sitið burturav og arbeitt við hesum.

– Eg havi onga telefon, og eg gangi heldur ikki við blokki upp á mær. Men um eg á einum fjalltúri til dømis fái nakrar tankar, so royni eg at halda fast í teimum, og tá ið eg komi heim, og um eg framvegis minnist teir, so haldi eg tað kanska vera vert at skriva niður. Hetta er mín arbeiðsháttur. Um eg ikki klári at halda fast við ein setning ella eitt orð, so taki eg tað soleiðis, at so er tað ikki vert at hava við, sigur Høgni Mohr.

Tónleikur í orðunum

Í skrivingini dámar Høgna Mohr væl at spæla sær við orðum.

– Mær dámar væl orðaspæl. Eg arbeiði nógv við orðum, ljóðum og eisini tí ljóðfrøðiliga. Mær dámar væl setningar, at ein skal glíða ígjøgnum teir. Tað skal vera tónleikur í orðunum og í setningunum.

Eg skrivi ikki fyri at fólk skulu dáma meg ella tað, sum eg gevi út. Eg vil hvørki vera vælumtóktur ella standa væl í eygunum á nøkrum, sigur Høgni Mohr.

Journalistikkur er bara formur

Høgni Mohr hevur í nógv ár arbeitt sum journalistur. Men hann hevur ikki bara góð orð at bera teimum, ið arbeiða innan fakið.

– Eg haldi, at journalistikkur er symptomatistur fyri tað, at vit eru vilst sum samfelag og eksistentielt, og tað vísir seg á tann hátt, at journalistikkur er bara formur og hevur so gott sum einki innihald, sigur Høgni Mohr.

Er tað tín niðurstøða?

– Ja. Tað er ikki tí at tað er nakað galið við journalistikkinum sjálvum, men hann er bara sum alt er. Formurin kemur kanska upp á bekostning av innihaldinum.
Vilt tú bróta burturúr hesum?

– Eg veit ikki, um eg nakrantíð havi verið partur av hesum. Jú, partvís havi eg, tí at eg eri eisini eitt sosialt menniskja, so havi eg eisini lyndi at gera, sum tað verður væntað av einum. Møguliga er tað tað – men tað er ikki tilvitað, sigur Høgni Mohr.

Atfinningarsamur móti KVF-journalastikkinum

Í bókini Fractura naci er tú sera atfinningarsamur móti journalistikkinum, sum serliga Kringvarpið borðreiðir við. Er tað ikki eitt sindur sjálvmótsigandi, at vera so atfinningarsamur til tað, sum eisini hevur verið títt egna livibreyð?

– Tá ið tú fyrst leggur til merkis, hvussu tað gongur fyri seg, tá ið sjónvarp verður gjørt, so havi eg ikki hug at hyggja longur. Soleiðis havi eg tað. Áðrenn mín fyrsta arbeiðsdag í útvarpnum, sá útvarpið heit øðrvísi út. Men tá ið eg so legði til merkis, hvussu tíðindi vera til, eg sá tilgongdirnar og sá, hvussu alt hongur saman sosialt, broyttist støðan. Á redaktiónini eru fólk og fraktiónir, ymisk áhugamál og virðisgrundarløg, sosial hirakiir, og øll tilgongdin er tengd at so nógvum subjektivum tingum. Tað eru eisini nógv frával. Hyggjarin og lurtarin vita ikki um tað. Tá eg upplivi tað, so hoyri eg alt á ein annan hátt. Eisini har eru tað bara menniskju, og tingini fara ikki altíð gjøgnum professionellar tilgongdir, men sosialar konstruktiónir, og tað, ið kemur út, er eitt úrslit av hesum. Tað er einki guddómiligt yvir hesum, sigur Høgni Mohr.

– Journalistikkur er sera maktfullur. Tað er hann eisini merktur av. Men so kemur menniskja eisini í spæl. Maktsjúka er útbreidd millum journalistar, og tað er hon eisini millum politikkarar. Alt hetta tilsamans ger, at tað verður ongantíð tað sama aftur. Hetta er mín tilgongd til journalistikk, sigur rithøvundurin.


Ongan bil, fartelefon ella facebook

Seinastu trý árini hevur Høgni Mohr arbeitt meir ella minni burturav sum rithøvundur. Hann hevur tó gjørt ymiskt annað arbeiði inn í millum.

– Sjálvt um eg ikki seti stór krøv – eg havi til dømis ongan bil, onga fartelefon, eg royki ikki og eg drekki ikki – so eri eg eisini eitt kjøtligt menniskja, ið eisini havi tørv á eitt sindur av peningi, men ikki so nógvum. Av fíggjarligum orsøkum havi eg tí tikið nakrar vaktir í útvarpinum ella í sjónvarpinum. Eg havi eisini arbeitt fyri nakrar útlendskar sjónvarpsrásir. Mítt ynski er tó at skriva burturav, sigur vágbingurin í Havn.

Draga lut um starvslønir

Høgni Mohr hevur fleiri ferðir alment átalað Mentanargrunn Landsins, at grunnurin bara stuðlar nøkrum fáum persónum. Um átalurnar hava gjørt mun, skal ikki sigast her, men seinast, Mentanargrunnurin játtaði starvslønir, fekk Høgni Mohr tillutað seks mánaðir starvsløn. Tey 18 árini frammanundan, tá ið starvslønir hava verið latnar, hevur hann bara fingið seks mánaðir starvsløn tilsamans.

– Nú havi eg ikki fingið so stóran bita av køkuni. Men nú gerist eg ein partur av trupulleikanum, og tað er eitt sindur paradoksalt. Eg havi funnist at tí subjektiva valinum hjá Mentanargrunninum. Mær dámar ikki, at tað eru menniskju, ið skulu taka støðu til, hvør skal hava og hvør ikki skal hava. Mær dámar ikki formin. Betri hevði verið at havt ein posa við øllum nøvnunum í, og so skuldi onkur kontórmús í Mentamálaráðnum drigið nøvn upp, sum fingu starvsløn. So kundi eingin siga, at viðkomandi fær, bara tí at eitt ella annað. Carl Jóhan Jensen er ein góður rithøvundur, og eg unni honum alt tað, ið hann hevur fingið. Men alt tað sosiala í Føroyum er ræðuligt. Bæði tí at tað er subjektivt, men eisini tí at tað verður yvirkompenserað, soleiðis at onkur ikki fær, tí at viðkomandi kennir onkran í nevndini ov væl, sigur Høgni Mohr.

Ber til at liva av starvsløn burturav?

– Tá ið eg ikki havi dýrar vanar, so skal ikki so nógv til. Eg havi ikki facebook, og eg brúki bara teldupost til samskifti. Eg eri nógv, nógv meira effektivari við telduposti, enn øll, ið ganga runt við fartelefonum og facebook. Um eg fái eina nóg góða grund til at fáa mær fartelefon og facebook, so hevði eg kanska fingið mær tað, men eg havi ikki fingið grundina enn, sigur Høgni Mohr.

Fleiri bøkur fyri framman

Høgni hevur skrivað fleiri bøkur. Í Fractura nasi skrivar hann um ein súkklutúr til allar bygdir og býir í Føroyum, men eisini um hansara egna uppvøkstur og upplivingar. Bókin kemur í næstum út í danskari týðing.

Hann er longu í gongd við at skriva aðra bók, nevniliga eina eksistentiella lívssøga, sum hann hevur arbeitt við síðani 2012. Hann hevur skrivað umleið 1000 síður, men bókin verður væntandi umleið 300 síður, og nú er hann í gongd við at barbera 700 síður burtur. Hann vónar, at tann bókin kemur út komandi ár.
Í vetur fer hann til Tjørnuvíkar at arbeiða við hesi bókini í fýra mánaðir.

– Eg arbeiði best á tann hátt at fara burtur heimanífrá og bara hava skrivingina at hugsa um. Eg var eisini fýra vikur í Álandi í summar, og tá fekk eg nógv burturúr. Eg fór við súkkluni við Norrønu til Hirtshals og súkklaði allanvegin til Áland, og fýra vikur seinni súkklaði eg heimaftur. Tilsamans 1600 kilometrar, sigur Høgni Mohr.

Svikin og bukaður

Í bókini Fractura nasi er Høgni Mohr rættiliga persónligur og opinskáraður, har hann millum annað kemur inn á, at hann sum smádrongur varð svikin og bukaður av stjúkpápanum.

Tín bakgrund, merkir hon tína skriving?

– Eg haldi, at mín uppvøkstur og tað DNA, ið eg havi í mær, hevur kanska gjørt, at eg havi leitað meira. Eg veit ikki, um tað hevði gjørt nakran mun, um uppvøksturin hevði verið ein annar. Tá ið eg var barn og ungur, lá nógv innibyrgt í mær. Tann drongurin, ið eg var einaferð, er ikki til longur. Eg eri ikki tann drongurin. Mín høvuðsuppgáva við mínum lívi er at vera góður við tann dreingin. Hetta gevur ikki rættiliga meining, men eg haldi, at hetta er svarið upp á nakað sera eksistentielt, um ein manglar kensluna av móðurkærleika, sum eisini er eitt hugtak, ið fevnir um annað enn bara mammuna hjá einum. Tú mást onkursvegna gerast tín egna mamma. Hetta ljóðar sera egoistiskt, men tað er sera eksistenstielt at hava ein mammufigur. Hann definerar tína kenslu av, at tú ert verdur at elska. Um hetta hevur manglað í uppvøkstrinum, so merkir hetta teg, sigur Høgni Mohr.


Fractura nasi til film

Ætlanin er, at Fractura nasi skal gerast til film. Torfinnur Jákupsson hevur fingið rættindini, og hann arbeiðir í løtuni við at gera handritið til filmin. Høgni Mohr sigur, at hetta er hansara verkætlan, og tí blandar hann seg ikki upp í. Enn dugir Høgni ikki at siga, nær ella um filmurin kemur út.

Vit eru lidnir at práta. Høgni fer á hjólhestin. Ætlanin eru tó ikki at súkkla teir nógvu kilometrarnar í dag. Men hvør veit – kanska onkrir nýggir tankastreymar koma, sum ein dag koma út í bók.