Høgligari at hava seyð á útoyggjum

ÚTOYGGJ Nú verður farið undir eitt miðvíst arbeiðið fyri at menna seyðahaldið á útoyggj, tí tað er grundarlagið hjá teimum, sum búgva har

- Útoyggjarnar í Føroyum mugu ikki enda sum tað bera ítriv hjá fólki á meginøkinum.
Tað halda tey í Útoyggjafelagnum eftir aðalfundin í felagnum leygardagin.
Og tey eru sannførd um, at ein lykil til at halda lív í útoyggjunum, er at bøta um umstøðurnar hjá teimum á útoyggj, at hava seyð.
- Vit hava gjørt nakað fyri at menna ferðavinnuna á útoyggj, men tað er einki at ivast í, at tað er seyðahaldið, sum er grundarlagið undir tilveruni á útoyggj, sigur Olga Biskopstø, samskipari í útoyggjafelagnum.
- Men umstøðurnar at hava seyð á útoyggj, eru vánaligar, leggur hon afturat.
Á aðalfundinum í Útoyggjafelagnum varð avgjørt, at taka málið upp av álvara og sostatt er hetta nú ein spurningur, Útoyggjafelagið fer at arbeiða miðvíst við næstu tíðina.
Olga Biskopstø sigur, at á fundi eftir summarfrítíðina, fara tey at seta ein arbeiðsbólk undir Útoyggjafelagnum at virka fyri at menna seyðahaldið á útoyggj.
Tá fara tey eisini at útgreina akkurát, hvussu farast skal til verka í hesum sambandi.

Samstarv við Norðurlond
Olga Biskopstø sigur, at eitt, tey hugsað nógv um í hesum sambandi, er hvussu seyðahaldið á útoggj kann mennast fakliga.
- Vit hugsa um at taka samstarv upp við jarðarbrúkarar í øðrum Norðanlondum, kanska fyrst og fremst í Íslandi, har seyðahaldið er eru nógv fremri enn hjá okkum, sigur samskiparin hjá Útoyggjafelagnum.
Eitt endamál við hesum er, at føroyskir jarðarbrúkarar kunnu fáa hugskot frá íslendingum og øðrum norðurlendingum til, hvussu tað ber til at fáa meiri burtur úr seyðinum og kjøtinum ístaðin fyri vit bara gera sum vit altíð hava gjørt, og at kalla bara hugsað um at selja krovini heil, antin røst ella turr.
- Tað ræður eisini um at fáa aðrar vørur burtur úr kjøtinum, sigur Olga Biskotstø.
Í hesum sambandi sær hon ætlanina um framleiðsluhús á útoyggjunum sum eitt frambrot, tí har kann seyður verða dripin undir heilsufrøðiliga góðkendum umstøðum.
- Sum støðan er nú, loysir tað seg als ikki fíggjarliga at fáast við seyð og skal jarðarbrúk á útoyggj hava nakra framtíð, verður tað neyðugt at skipa tað soleiðis, at tað kastar nakað av sær, sigur Olga Biskopstø.

Ræðisrætturin á jørðini
Men Olga Biskopstø sigur, at í sambandi við hugsað verður eisini um øll viðurskifti viðvíkjandi jørðini, sum tey halda, ikki eru nøktandi.
Tá ið lógin varð broytt, skuldi eitt endamál vera at leggja jørðina saman í størri brúk.
Samstundis varð festijørðin gjørd umsetilig.
- Tí mettu vit, at so hvørt, smá festi vórðu leys, vórðu tey løgd saman við einum øðrum festi fyri at fáa burðardygg jarðarbrúk, sigur Olga Biskopstø.
Men hon sigur, at gongdin hevur verið akkurát tann øvugta, tí tað, vit hava sæð, er, at jørðin verður pettað sundur í enn minni stykki, enn hon var í.
- Tað ger tað uppaftur torførari at fáa lønandi vinnu burtur úr seyðahaldinum.
Olga Biskopstø sigur, at í hesum liggur eisini, at fólk, sum búgva inni á meginlandinum, ella uttanlands, eiga ein fittan part av jørðini á útoyggj.
Tey stúra fyri, at gongdin fer at verða tann sama við festijørðini og tað er ein spurningur, tey ætla at taka upp í eini roynd at forða fyri tí.
- Hendir tað seg, at festijørð á útoyggj verður handlað, mugu tey, sum búgva á útoyggj í kappbjóðing við onnur um jørðina og tá er skjótt, at ræðisrætturin yvir jørðini fer av oynni.
Hetta halda tey á útoyggj er ein sera hættislig gong, tí útoyggjarnar mugu ikki enda sum tað bera frítíðarparadís hjá fólki á meginlandinum.
- Lagnan hjá útoyggjunum má ikki vera tann, at tær bara verða ítriv hjá fólki á meginlandinum og tískil verður neyðugt at taka spurningin um jarðarlóggávuna upp.
Hon heldur, at tað er neyðugt at taka hendan trupulleikan upp beinanvegin tí er jørðin fyrst farin av útoyggjunum, vendst ikki aftur.
- So er liðugt á útoyggj, tí tá ið tað ikki ber til at hava landbúnað á útoyggj, eru heldur eingi livilíkindi har, sigur Olga Biskospstø.

Eymur spurningur
Olga Biskopstø sigur, at minstakravið má vera, at tað er brúksskylda á jørðini á útoyggj, so at hon ikki liggur óvirkin.
-Tað hevði í øllum førum givið útoyggjafólki nakrar møguleikar, tey ikki hava í dag.
- Eg veit, at jørðin er eitt ómetaliga eymt evni í Føroyum og at tað er ringt at gera broytingar. Men tað merkir ikki, at onki eigur at vera gjørt og tað fara vit nú at royna, sigur Olga Biskopstø.
Men standa útoyggjarnar yvir til at bjarga?
- Ja, tað er ikki ov seint, men so mugu livilíkindi skapast. Tað eru ming ungfólk, sum eru sinnað at búseta seg á útoyggj, men tað er ein forðing, at bæði jarðarviðurskifti, bústaðarviðurskifti og samferðsluviðurskiftini eru so tørfør.
- Tað er einki, sum eggjar fólki til at flyta á útoyggj og tí verður neyðugt at broyta fortreytirnar, so at tað ber til at fáast við ferðavinnu ella handverk, ella at ferðast í onnur pláss at arbeiða.
- Men í hesum talgiltu tíðum ber eisini í summum førum til at sita á útoyggj og arbeiða fyri eina fyritøku, ella ein stovn inni á meginlandinum, sigur samskiparin í Útoyggjafelagnum.
Nevnd og ráð óbroytt
Ongar broytingar hendi, hvørki í nevnd, ella umboðsráði í Útoyggjafelagnum á aðalfundinum í felagnum á Kirkju leygardagin.
Sostatt var Óla Jákup úr Dímun?afturvaldur til formann, Esbern í Eyðansstovu varå afturvaldur til nevndarlim og?Olga Biskopstø var afturvald sum skrivari og samskipari.
Somuleiðis varð alt umboðsráðið afturvald og og tí eru Magni Garðalíð, Húsar, sum er formaður og Óli á Geilini, Svínoy, sum er skrivari.
Hinir limirnir í ráðnum eru Harry Jensen, Skúvoy,?Eyðun Eliasen, Trøllanes,?Andras í Frammistovu, Kirkja,?Johanna Hansen, Hattarvík,?Magnus Eliasen, Mikladalur,?Katrina Johannesen, Mykines,?Kartin Lenvig, Hestur?og Jógvan Jón Petersen, Stóra Dímun.