Høgir hælir til pinkubørn

Seinastu tíðina hava skógvar við høgum hælum verið tað heilt stóra til pinkubørn í USA. Nú kemur hetta rákið eisini til Eoropa, har bretska mamman, Julia Taylor, á heimasíðuni www.heelsforher.co.uk, er vorðin umboðskvinna fyri smáu damuskógarnar. Teir eru at fáa í alskyns litum og mynstrum: til dømis leopard og zebra, í ljósareyðum og svørtum. Julia Taylor roknar við, at skógvarnir verða at finna undir nógvum jólatrøum í ár. Hon lovar eisini, at skógvarnir á ongan hátt eru skaðiligir fyri smáu barnaføturnar, tí teir eru sum smáir skóleistar, har bleytir hælir eru seymaðir undir.