oljuvinna
Spenningurin var stórur, tá oljufeløg í 2001 og 2002 á fyrsta sinni settu borin í føroysku undirgrundina suðuri við bretska markið. Beint hinumegin markið høvdu bretar rakt við stórar nøgdir av olju, so sannlíkt var, at olja eisini var at finna føroysku megin.
Men fyrstu leitiboringarnar gingu ikki, sum tey flestu vónaðu. Í onkrum føri var brunnurin turrur. Í øðrum førum søgdu oljufeløgini, at tey høvdu rakt við ein farra av kolvetni ella so lítlar mongdir av kolvetni, at tær vóru ikki rakstrarverdar.
Ein av teimum, sum spentur fylgdi við gongdini tá, var búskaparfrøðingurin Tummas Pauli Mýri. Hann starvaðist um hetta mundið hjá British Petroleum. Har var hann frá oktober 2000 til februar 2006, tá hann tók við starvi sum íløguráðgevi hjá Føroya Banka.
Tummas Pauli Mýri minnist, hvussu stórur spenningurin var í BP, tá borast skuldi í landsynningshorninum í 2001:
BP hevði skipað so fyri, at borast skuldi ein brunnur føroysku megin markið og ein brunnur bretsku megin. Felagið væntaði at finna olju føroysku megin, tí stór oljuøki sum Foinaven og Schiehallion vóru bara 15 kilometrar burtur hinumegin markið. Men teir funnu bara ein farra av kolvetni. Eg haldi, teir vóru vónsviknir, serliga tí seismisku úrslitini vístu bjørt útlit, sigur hann.
Tummas Pauli Mýri heldur, at oljufeløgini settu líka stórar vónir til landsynningshornið sum flestu føroyingar, men at áhugin helst minkaði, tá onki felag rakti við olju í rakstrarverdum nøgdum. Áhugin fyri føroyska økinum er tó langt frá horvin, heldur hann.
Tá fyrstu leitiboringarnar vóru, kostaði ein tunna av olju um 15 dollarar. Um oljufeløgini fingu boringarnar at hanga saman fíggjarliga við tí prísinum, skuldu tey eisini fingið komandi boringar at hingið saman við verandi oljuprísi. Prísurin fyri eina tunnu av olju er jú farin upp um 70 dollarar. Hetta uppvigar ivaleyst vónbrotið hjá feløgunum frá fyrstu boringunum, sigur Tummas Pauli Mýri.
Hann heldur, at føroyingar eru komnir langt í oljuvinnuni, hóast fyrstu leitiboringarnar vóru eitt vónbrot fyri tey flestu.
Vit hava nú tvey spennandi oljufeløg, Faroe Petroleum og Atlantic Petroleum, sum tilsamans hava eitt marknarvirði upp á 1,7 milliardir krónur. Tey eru virkin í føroyskum, bretskum og norskum øki og verða bæði við í oljuboringum skjótt. Hvør skuldi trúð, at føroyingar komu so langt í oljuvinnuni upp á so stutta tíð, spyr oljuserfrøðingurin hjá Føroya Banka.










