Høganesætlanin í bíðistøðu

Seinnu árini eru nógv nýggj sethús bygd í Nes kommunu.

- Í útstykkingini fram við Gaddavegnum eru fleiri hús bygd og onnur eru í gerð. Sama kann sigast um økið fram við Kvíggjarvegi. Tó eru einstøk stykkir tøk.

Í kunning borgarstjórans til roknskapin hjá Nes kommunu fyri 2010, vísir Símun Johannesen á, at í útstykkingini fram við Lýðarsvegi (sí mynd) er ikki rættilig ferð komin á enn. Her er pláss fyri 24 sethúsum, og higartil eru tey fyrstu húsini bygd.

Borgarstjórin sigur seg vóna, at fleiri hús koma upp at standa við Lýðarsveg í hesum árinum.

- Stóra verkætlanin við útstykkingini á Høganesi, sum fevnir um alt økið frá Høganesi oman til Løkin í Runavík, er í eini bíðistøðu í løtuni.

Símun Johannesen sigur, at kommunan í løtuni arbeiðir við at broyta býarætlanina, so hon verður tillagað komandi bygging og vegaføring í økinum.