Sluppin Høganes, sum hevur ligið sokkin við bryggjuna í Runavík seinastu tvær vikurnar, flýtur nú aftur.
Skálafjarðar Sløkkilið fekk í dag sluppina Høganes at flóta aftur. Hon hevur ligið sokkin í einar fjúrtan dagar í havnini í Runavík. Royndin eydnaðist væl, og nú flýtur Høganes aftur.
Myndirnar, sum síggjast í myndatemanu,hevur Hjalmar Jóhan Juul tikið.