Høganes í bíðistøðu

Seinnu árini eru nógv nýggj sethús bygd í Nes kommunu, men í løtuni er Høganesætlanin í eini bíðistøðu, og arbeitt verður við at broyta býarætlanina hjá kommununi

Stóra verkætlanin við útstykkingini á Høganesi, sum fevnir um alt økið frá Høganesi á Toftum og oman til Løkin í Runavík, er í eini bíðistøðu í løtuni.
Símin Johannesen, borgarstjóri í Nes kommunu, sigur, at kommunan í løtuni arbeiðir við at broyta býarætlanina, so hon verður tillagað komandi bygging og vegaføring í økinum.
Í síni kunning til borgararnar í kommununi, vísir hann á, at í útstykkingini fram við Gaddavegnum eru fleiri hús bygd og onnur eru í gerð. Sama er við lendinum fram við Kvíggjarvegi. Tó eru einstøk stykkir tøk.

Fleiri byggiøki
- Í útstykkingini fram við Lýðarsvegi er ikki rættilig ferð komin á enn. Her er pláss fyri 24 sethúsum, og higartil eru tey fyrstu húsini bygd.
Símin Johannesen sigur seg vóna, at fleiri hús koma upp at standa við Lýðarsveg í hesum árinum.