Niðurskurðurin í føroysku kvotunum av uppsjóvarfiski, hevur nú kraft sítt fyrsta offur.
Tað er felagið Framherji á Toftum, sum nú hevur gjørt av leggja nótaskipið Høgaberg.
Skipið liggur í løtuni á Fuglafirði og manningin hevur fingið at vita, at ætlanin er at siga teir upp.
Tað hava verið einir 16 mans við Høgabergi.
Men Anfinnur Olsen, reiðari, staðfestir, at enn eru menninir ikki sagdir upp.
Hinvegin staðfestir hann eisini, at sum útlitini eru fyri næsta ár, er ikki grundarlag fyri at hava bæði Høgaberg og Fagraberg í fiskiskapi.
Tí er Høgaberg nú lagdur og fiskirættindini hjá skipunum verða so førd yvir á Fagraberg.
Sostatt fer Fagraberg til fiskiskap næsta ár við fiskirættindunum hjá báðum skipunum
Svartkjaftakvotan næsta ár er so lítil, at tað er ikki grundarlag fyri tveimum skipum, sigur Anfinnur Olsen.
- Næsta ár er kvotan av svartkjafti hjá nótabátunum ikki meiri enn 41.000 tons tilsamans og tað skal lutast sundur ímillum fleiri skip.
- Tá ið Krúnborg, sum nú er Fagraberg, hevði sítt besta ár, fiskaði hon einsamøll 72.000 tons av svartkjafti.
- So tað sigur seg sjálvt, at tað verður alt ov smábýtt, tá ið kvotan til øll skipini næsta ár ikki er meiri enn gott helvtin av tí, sum Krúnborg fiskaði einsamøll tað eina árið.
Anfinnur Olsen leggur kortini dent á, at teir lodda dýpið alla tíðina og verður ein møguleiki, loysir Høgaberg sjálvandi aftur.