Sjúkrafráveran á Psykiatriska deplinum er tvífalt so høg sum á Landssjúkrahúsinum annars, vísir frágreiðingin hjá Løgtingsins Umboðsmanni eftir eftirlitsvitjan sína á Psykiatriska Deplinum í oktobur í fjør.
Á fundi við leiðsluna á Psykiatriska Deplinum upplýsti hon, at sjúkrafráveran á P40, deildin, sum varð vitjað undir eftirlitsvitjanini, vanliga er nakað hægri enn á Landssjúkrahúsinum annars. Sjúkrafráveran fyrstu seks mánaðirnar í 2015 var 8,96 % í miðal og í 2016 var hon 6,21 % í miðal. Til samanbering er var sjúkrafráveran á Landssjúkrahúsinum annars 4,52 % í meðal í 2016.
P40 er ein psykiatrisk viðgerðareind á psykiatriska deplinum og eftirlitsvitjanin fevndi fyrst og fremst um stongda partin av deildini. P40 er ein seingjadeild við 19 seingjarplássum, sum tekur ímóti sjúklingum, ið eru 18 ár og eldri.
Deildin er býtt í intensiva, akutta og almenna psykiatri. PI er intensiva deildin, sum er ein skermað eind við fýra plássum. PAM er akutta psykiatriska eindin, sum hevur pláss fyri trimum sjúklingum. PA er almenna deildin, sum er ein opin seingjadeild við 12 seingjarplássum.
P40 er mannað við einum deildarleiðara og trimum varaleiðarum, einum til hvørja eind. Afturat hesum starvast eini 35 sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar á P40. Ein psykiatari er í føstum starvi og er eisini leiðandi yvirlækni á deplinum. Ein psykiatari starvast á deildini í eini 10 dagar um mánaðin og fýra aðrir yvirlæknar eru leyst knýttir at deildini. Harumframt starvast seks hjálparlæknar á deildini.










