Seinastu tvey árini hevur nógv virksemi og nógv ferð verið við havnalagið á Tvøroyri.
Alt, síðan farið varð undir at byggja uppsjóvarvirki hjá Varðanum Pelagic, samstundis sum farið varð undir at byggja fyrsta partin av djúphavnini, hevur verið arbeitt við bryggjukantin og á havnalagnum.
Í løtuni verður djúphavnin bygd út við 180 metrum av atløgusíðu, og ætlandi skal hetta arbeiði verða liðugt tíðliga í summar. Hetta er eitt arbeiði, sum fer at kosta einar 40 miljónir krónur og sum fer at gera umstøðurnar við bryggjukantin og á havnalagnum nógv betri, enn tær eru í dag.
Útbyggingin merkir soleiðis, at bryggjukanturin verður nógv størri, eins og Tvøroyrar kommuna fær eitt nógv størri uppland.
Minni ferð í miðbýnum
Samstundis, sum nógv ferð er á havnalagnum á Tvøroyri, verður ferðin í miðbýnum minkað.
Í gjár boðaði Tvøroyrar kommuna frá, at frá í dag at rokna - hin 17. februar - verða ferðslubroytingar í miðbýnum á Tvøroyri settar í verk. Hesar broytingar verða gjørdar við ferðslutryggleikanum í huga.
- Ferðslubroytingarnar merkja, at allur miðbýurin verður eitt 30 km. øki, soleiðis at bilar ikki hava loyvi at koyra meira enn 30 km/t.
Á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu er neyvt kort og kunning, sum lýsir, hvar 30 km. hámarkið er galdandi.