Høfner í miðdepli á Gittartingi í Klaksvík

Um vikuskiftið verður Gittarting, tey kalla, í Spaniastovu í Klaksvík. Hetta er tiltak, har gittarin er í miðdeplinum.

Framýsning verður við nýggjum og eldri Høfner gittarum, og møguleiki verður eisini at vinna eina Høfner gittar í lutakasti.

Rigmor Dam setur Gittartingið fríggjadagin kl 16:00, og síðani ber til at síggja framsýningina og hoyra fyrilestur við Sissel Guttormsen, stjóri í norska rocksavninum Rockheim, og við Kield Frithiof Andersson, Høfner serfrøðingi.

Leygardagin verðir Tónaverkstova við Hera Joensen, Mikkjal Hvannastein og Ólavi Jakobsen, sum fara at greið frá teirra gittarum og ljóði.

Leygarkvøldið kl 20:00 verður konsert við Martini Joensen, Hans Andriasi Jacobsen og Lenu & Niclasi.