Tróndur Arge og Hans Fróði Jensen søgdu frá tí spennandi steypafinaluni hjá monnum millum ÍF og SÍ, sum ÌF vann 3-2, aftaná at hava verið aftanfyri 0-2 í settum. Settini endaðu 25-20, 25-19, 24-26, 17-25, 7-15.
Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra teir avgerandi bóltarnar í teimum fimm settunum, umframt gullprátini Tróndur Arge gjørdi aftaná dystin. Í ljóðbrotinum hoyrist eisini steypahandanin og analysan, sum Hans Fróði Jensen, viðmerkjari hevði aftaná mansfinaluna.