Hæddarpunkt frá ítróttarárinum 2019 í SportBoxini á FM1

Millum klokkan 15.10 og 18 seinnapartin verður litið aftur á serligar hendingar í hondbólti, fótbólti og flogbólti á FM1

Hondbóltsfrásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal, fótbóltsfrásøgumaðurin, Tróndur Arge og flogbóltsfrásøgumaðurn, Óli G. Samuelsen reika sum vant fyri sendingini "SportBoxin" á FM1 seinnapartin millum klokkan 15.10 og 18 í dag.

Í dag verður litið aftur á minniligar hendingar í hondbólti, fótbólti og flogbólti, ið frásøgumennirnir hjá FM1 søgd frá í júst farna ári.

Talan er um avgerandi hendingar í FM-stríðnum, steypafinalum og frá landsdystum í hondbólti, fótbólti og flogbólti.

Øll kunnu lurta eftir sendingini á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.