Hødd uttan Rógva tapti

Hødd uttan Rógva Jacobsen var á útivølli ímóti Haugesund. Longu eftir 15 sekundirs spæl gekk galið hjá Hødd. Dómarin meinti, at Svein Tore Brandshaug var feldur í brotsteiginum hjá Hødd, og hann dømdi brotsspark, sum Per Moren Kristiansen sendi í netið. Hødd-venjarin, Sture Fladmark var sera harmur um avgerðina hjá dómaranum: ?Brotssparkið var langt úti. Haugesund-spælarin átti at fingið gult kort fyri at filma seg til eitt brotsspark.? Mótbrekkan gjørdis ov tung fyri Hødd, og í seinna hálvleiki var heimaliðið mest sum einaráðandi, og bert ein vælleikandi Vebjørn Skeide í Hødd-málinum forðaði einum veruligum stórtapi. Í yvirtíðini fekk Hødd pyntað til 3-1 við einum sjálvmáli. Hødd er nú nummar 11 í næstbestu norsku fótbóltsdeildini við 7 stigum fyri 7 dystir. 16 lið eru í deildini. Í Noregi er siður, at spælt verður dagin fyri tjóðardagin, 17. mai, sum verður hildin í morgin.