Hóskvøldið verður lisið upp úr ævintýrum hjá Hans Christiani Andersen á bókasavninum í Sundalagnum.
Pernille Olsen fer at greiða frá H.C. Andersen og ymsum verkum handsara. Lisið verður úr tveimum ævintýrum hansara, og myndir til annað teirra, »Den grimme ælling« - Misshátti dunnuungin - verða vístar á stórskíggja. Eisini verður tónleikur at hoyra. Tað vera skúlabørn úr Sundalagnum, sum fara at spæla.
Sunda Bókasavn sigur í tíðindaskrivi, at tiltakið, sum verður nú hóskvøldið í grundini er nakað seinkað. Talan er um tiltak, sum hildið verður sum liður í áttandu norðurlendsku bókasavnsvikuni, sum var frá 8. til 14. november.
Men av tí, at hetta fall saman við kommunuvalinum her hjá okkum, valdu tey at flyta tiltakið til nú hóskvøldið klokkan 19.00.
Heitið á norðurlendska tiltakinum er ævintýrkent. Einaferð var tað í Norðuri.
Hetta kemur ikki av ongum. Tí annan apríl næsta ár eru liðin 200 ár, síðan stóra danka ævintýrskaldið H.C. Andersen varð borin í heim.
Norðurlendsku bókasøvnini hava valt at taka forskot upp á føðingardagshaldið, sum annars fer at verða hildið víða um í komandi ári, sigur Sunda Bókasavn í tíðindaskrivinum, sum sent er í samband við H.C. Anderenkvøldið í vikuni.
Hans Christian Andersen er heimskendur fyri ævintýr síni. Eisini her hjá okkum munnu tey vera tað, hann verður settur í samband við. Minni verður tosað um onnur verk hansara, sum umfata bæði skaldsøgur og yrkingar.