HÅ BÆH og KÅ Í !? Ella: HÁ BE og KÁ Í (KA Í)!

Eyðun á Borg


HB: Onkur segði mær, at HB-viðhaldsfólk rópa:Kåmm så, HÅBÆH! og ikki:Koyr á, HÁBE!?
Ikki man tað vera. Ikki nú á døgum.
KÍ: Kann tað bera til, at norðoyingar rópa KÅÍ á liðið har norðuri?
Um so er, so ruggar ikki rætt. Liðið eitur jú KÁÍ. Norðoyingar siga sjálvandi KAÍ á sínum norðoyamáli! Siga tey ikki KA í skúlunum har norðuri? (Papi malaði batin).
Annars áttu ávís fjølmiðlafólk og aðrir føroyingar at vitað, at H og K úttalast HÁ og KÁ á føroyskum, ikki HÅ og KÅ!
E.S.: Hitt havnarliðið eitur B seks og trítivu, tre er ikki føroyskt!?
Við bókstavakvøðu
Á Borg á Argjum um tampardag 2006