Hóast prístalið hækkar, er gott at pensjónin er hækkað nógv meir í valskeiðnum 2004-2008

Í løtuni fara stórar príshækkingar fram, sum gera tað munandi dýrari at liva og truplari at fáa endarnar at røkka saman. Serliga man hetta gera seg galdandi hjá pensjonistum, har tað rakar hart at t.d. oljan og matvørurnar eru dýrkaðar so nógv

Rætt er, at prístalið er hækkað munandi meir hetta seinasta árið, enn tað hevur gjørt í nógv ár frammanundan. Tí eru tað eisini fleiri av pensjonistunum, sum kenna tað so, at príshækkingarnar fara avstað við allari hækkingini av pensjónini.

 

Men um vit kanna eftir, so er hetta tíbetur ikki allur sannleikin. Í talvuni niðanfyri havi eg sett vøksturin í pensjónini upp ímóti vøkstrinum í prístalinum, frá 1. ársfj. 2004 til 1. ársfj. 2008. Prístalið fyri 1. ársfj. er mett út frá miðal vøkstrinum seinasta hálva árið, har hann er komin uppá 3,3% samanborið við árið fyri.

 

Pensjónshækking og prístalsvøkstur

 

1/1 2004

1/1 2008

Hækking

Prístalið

101,5

111,0

9,4

Pensjón, støk

7.825

9.952

27,2

Pensjón, gift

12.373

16.271

31,5

 

 

 

 

Pensjónin fevnir um fólkapensjónina (har hækkingin fyri støk er úr 6.713 til 7.145 kr. og fyri gift bæði úr 10.564 til 11.234 kr.), viðbót til ávísar pensjonistar (hækkað úr 415 til 577 kr.) og Samhaldsfasta (úr 697 til 2.230 kr. fyri hvønn).