Magnus Heinason var herfyri liðugur við seinnu yvirlitstrolingarnar á landgrunninum í ár. Hetta eru heyst yvirlitstrolingar, har skipið eins og undanfarin ár tekur tilsamans 200 trolstøðir. Trolstøðirnar verða tiknar á sama staði hvørt ár, og hvørt hál ella tóv varar í ein tíma.
Um várið ger Havstovan tað, tey rópa vár yvirlitstrolingar, har somu støðir eisini verða tiknar á hvørjum ári.
Petur Steingrund, sum var toktleiðari á túrunum hjá Magnusi Heinasyni, vísir á, at toskur og hýsa komu fyri seg aftur í 2017 eftir eitt søguliga langt tíðarskeið við fiskaloysi. Hann heldur, at orsøkin til ta framgongd, sum byrjaði so væl fyri 2-3 árum síðan, helst er ein samanrenning av færri brúktum fiskidøgum og góðum náttúruumstøðum, eitt nú gróðri í havinum og nøgd av nebbasild.
- Men, úrslitini frá yvirlitstrolingunum í august benda á, at tann góða gongdin við toski og hýsu nú er vend til eina niðurgongd, hóast tað framvegis er nógv til av báðum fiskasløgum.
Fiskifrøðingurin heldur, at ein bati møguliga er, at tað er nógv til av smáum toski, eins og nógv er til av hýsu í ymiskum støddum. - Skulu vit trúgva tølunum, vit hava frá heyst yvirlitstrolingunum í august, er toskurin í løtuni umleið helvtina av tí, hann var í 2017 - og hýsan er eini 25 prosent minni, enn hon var, tá hon toppaði í 2018.
Petur Steingrund vísir tó á, at í hesum førinum er talan bert um trolingarnar í heyst, og vit skulu eisini vera eitt sindur varin við at tosa um prosentir - ella nøgdir í hesum førinum - tí toskur og hýsa hava verið rættiliga rak eftir gýting í ár.
- Vit snakka her um kilo av fiski fyri hvønn troltíma, og tá fiskurin er rak, verður kilotalið sjálvandi minni, enn tað annars hevði verið, um fiskurin var í betri holdum.
Haraftrat kemur, sigur fiskifrøðingurin, at teir á túrinum hjá Magnusi Heinasyni staðfestu, at væl var av smáum toski, sum kanska er eini tvey ára gamal og lá um einar 40-50 sentimetrar til longdar.
Petur Steingrund vísir á, at summi ár sæst nokso væl av hesi toskastøddini, men av eini ella aðrari orsøk hendir tað viðhvørt, at fiskurin ikki sæst aftur í fiskiskapi, sum árini ganga. - Nøkur ár herfyri, tá væl var av smáum toski, vísti tað seg kortini, at fiskurin var ikki har, tá hann skuldi bera fiskiskapin.
- Viðhvørt heldur ein árgangur betri á og setir væl til fiskiskapin eftir einum ella tveimum árum. Tá fær ein hampiliga góður árgangur kurvina av sveiggja uppeftir. Í øðrum føri sæst lítið til góða árgangin seinni, og tað var hetta, vit eitt nú sóu nøkur ár herfyri, sigur fiskifrøðingurin.