H&M lagt undir rasismu

Ein hettutroyggja hevur skapt øsing millum fólk á alnótini

Stóra svenska fyritøkan Hennes og Mauritz (H&M) hevur seinastu dagarnir fingið óteljandi ábreiðslur á netinum og á altjóða miðlum fyri at selja eina hettutroyggju til dreingir við tekstinum "coolest monkey in the jungle" á, sum ein lítil myrkur drongur var í. 

 

 

Fólk eru á gosi, tí júst orðið "monkey" ella apa hevur á enskum verið nýtt sum niðrandi orð móti myrkum fólki í fleiri hundrað ár.

 

 

Myndin er nú tikin av heimasíðini hjá H&M, og stóra klædnafyritøkan er eisini komin við eini umbering. 

 

 

– Vit biðja inniliga um umbering fyri at hava sært fleiri við hesi myndini av hettutroyggjuni við teksti. Myndin er tikin niður av øllum pallum okkara á netinum, og vøran verður ikki til sølu í USA. Vit trúgva uppá ymsikleika og inklusión í øllum tí, sum vit gera, og vit fara at hyggja at innanhysis politikki okkara fyri at tryggja, at slíkt ikki hendir aftur í framtíðini, segði umboðsfólk frá H&M í frágreiðing.