- Sjálvandi taki eg tað sum eitt herðaklapp, men tað er irriterandi, at tey selja ein vøru, ið eg upprunaliga havi sniðgivið, sigur Sonja Davidsen
OW Intimates er navnið undirklædnamerkinum hjá føroyska sniðgevanum Sonju Davidsen. Seinastu árini hevur føroyska modellin sniðgivið undirklæði og hevur fingið heilt fitt av uppmerksemi. Millum annað er eitt nú ein so kend stjørna sum Kylie Jenner avmyndað í undirklæðum frá OW Intimates.
Men tað eru ikki bara tey ríku og kendu, sum hava fingið eyga á føroysku undirklæðini. Tað hevur risa klædnafyritøkan H&M eftir øllum at døma eisini.
- Tað er irriterandi, at ein so stór fyritøka, kann selja eina rúgvu av undirklæðunum, sum vit hava brúkt nógva tíð og orku upp á at sniðgeva, segði Sonja Davidsen, sum saman við øðrum fór undir at sniðgeva OW Intimates í 2016, í morgunsendinini í Kringvarpi Føroya í morgun.
Enn er ikki greitt, hvat Sonja Davidsen fer at gera við støðuna og hon hevur heldur ikki sett seg í samband við svensku klændafyritøkuna enn.
- Í løtuni arbeiða vit saman við einum sakførara fyri at finna útav, hvat vit kunnu gera. Tað er ikki sikkurt, at vit kunnu gera nakað sum helst, tí klæðir eru ikki fevnd at lógini um upphavsrætt, sigur Sonja Davidsen hon við KVF.