Gysarameistarin við nýggjari bók

Amerikanski rithøvundin er heimskendur fyri sínar spennandi ræðusøgur, og nógvar av teimum eru eisini gjørdar til spennandi filmar. Stephen King er nú aftur í rætta essinum, og hann hevur givið eina nýggja bók út, sum tó ikki kann samanberast við hansara vanligu ræðusøgur.

Lisey’s Story kallast seinasta útgávan hjá Stephen King, og høvundin hevur seinastu tíðina roynt at gjørt vart við bókina við at signerað bøkur í bókahandlum í eitt nú Onglandi.
Søgan hjá Lisey sigst at verða tann mest persónliga skaldsøgan hjá Stephen King nakrantíð, og hon snýr seg um eina kvinnu, sum fer ígjøgnum pappír hjá manni sínum, sum er farin.