Gyrða stevnuøkið inni

Stuðulsnevndin fyri Svimjihyli í Nólsoy gongur somu leiðir, sum eitt nú Summarfestivalurin og Bátastevnan í Vestmanna.

 

Nú skal stevnukort keypast, og tað merkir, at bygdin ella stevnuøkið verður gyrt inni.

 

Longu í gjár vórðu fyrstu gyrðingarnar settar upp, og ætlanin er, at atgongumerki skal kunna keypast í trimum støðum. Eitt verður á keiini í Havn, eitt, har Ternan leggur at í Nólsoy, og so eitt har heima á keiini, har tjaldið stendur. Hetta er helst hugsað regattafólkinum.

 

Tað er ein spennandi, nýggj leið at ganga, og sum skilst verður ikki gyrt av, so fólk ikki sleppa til hús uttan at rinda atgongumerki. Hinvegin kann tað vera stór sparing fyri barnafamiljur, tá børnini fyri ein hundraðkrónu seðil sleppa at royna alt tað, sum stevnan kann bjóða - enntá fleiri ferðir.

 

Atgongumerkið er eisini galdandi fyri dansin, ið verður hildin í tveimum støðum, í Royndarhúsinum og í stóra tjaldinum úti á Klivum.

 

Einasta, ið atgongumerkið ikki rindar fyri, er kabarettin, og so tann matur og drekka, ein vil hava á stevnuni.