Veitslubólkurin Gipsy Train spælir á Ó12.
Síðani Gipsy Train luttók á Ó11 í fjør hevur bólkurin givið eina fløgu út og havt fleiri framførslur. Gipsy Train hevur eisini verið í upptøkuhølunum og spælt eitt nýtt staklag inn.
Seinastu mánaðirnar hevur bólkurin mest spælt uttan fyri Føroyar, har móttøkan hevur verið góð.