Gyltur superveteranur

Schandorff Vang, the grand old man innan føryoska bogaskjóting, vann um vikuskiftið enn eitt FM-gull í Compound

Schandorff hevur verið ein av høvuðsmotorunum innan føroyska bogaskjóting, men seinnu árini hevur tað verið langt ímillum gullmerkini hjá honum.

 

Hetta varð tó broytt um vikuskiftið, tá skipað varð fyri FM-kapping á 19 metrum fyri vaksin.

 

Schandorff varð ikki millum teir bestu, tá innleiðandi umførini vórðu skotin, men síðani gekk betur. Í hálvfinaluni vann Schandorff 7-1 móti Albert Dam, sum saman við Kaj Johannesen og Jógvan Niclasen hevði staðið seg best í innleiðandi umførunum. Og í finaluni vann Schandorf á Kaj, sum í sera tættari hálvfinalu hevði vunnið 6-4 á Jógvani.

 

Úrslitið av finaluni gjørdist ein 6-2 sigur (27-28, 28-25, 28-27, 27-26) til Schandorff, sum soleiðis kann breggja sær av enn einum FM-heiti í savni sínum. Í bronsufinaluni vann Alberg 6-4 á Jógvani.

Einstøku úrslitini í kappingini síggjast HER.