Seinnapartin fríggjadagin vórðu gyltu skógvarnir fyri landskappingina í fótbólti handaðir. Gyltu skógvurin verður latin besta málskjúttanum í fótbóltslandskappingini, og er tað Thomas Dam Ítróttur, sum stendur fyri hesum tiltakið.
Hetta árið fóru báðir skógvarnir til høvuðsstaðarfelagið B36, sum á henda hátt fekk nakað av gulli í sín part, eftir at tað bleiv til ávíkavist silvur og bronsu í landskappingini.
Klárt á odda
Hjá kvinnunum var eingin ivi um, at tað fór at gerast Rakul N. Joensen, sum fór av stað við hesum heiðursmerki. So at siga alt árið lá hon ovast á listanum yvir málskjúttar, og í seinasta dystinum kundi hon staðfesta hetta, tá hon var millum málskjúttarnar í seinasta dystinum móti HB, sum tó endaði við javnleiki.
Sera javnt
Hjá monnunum gjørdist toppskjúttin annað árið á rað Jákup á Borg. Jákup hevur hóast sín unga aldur longu verið fastur fúsur á B36 liðnum seinastu 4 árini, og tey bæði seinastu hevur hann so verið toppskjútti. Í ár var tó um reppið, at álopsmakkarin, John Petersen, fór avstað við hesum heitið, men við tveimum málum í seinasta dystinum, tryggjaði Jákup sær henda heiður.
Sosialurin ynskir bæði Rakul og Jákupi tillukku við gyltu skónum.