Loftrúmið yvir Føroyar er framvegis danskt málsøki. Seinasta avtalan millum Danmark og Ísland um loftrúmið stavar frá 1974. Hon býtir loftrúmið eftir tí leisti, at Danmark hevur 2/5, meðan Ísland hevur 3/5. Eisini tilskilar avtalan frá 1974, at danir hava valdsrættin av loftrúminum, meðan íslendingar umsita tað.
Føroyar eiga sum skjótast at yvirtaka loftrúmið og flogvinnumyndugleikan. Ein yvirtøka vil væntandi geva ein umsetning millum 140-220 mió. krónur árliga. Hvussu stórur umsetningurin verður, er treytað av, um vit velja at vera bíligasta ella dýrasta øki í eindarkostnaði.
Altjóða sáttmálin fyri loftrúmið er ein sokallað 'non-profit agreement'. Hetta merkir í stuttum, at ein møguligur umsetningur ikki kann brúkast til onnur øki, enn tey, sum eru knýtt at skyldunum, ið fylgja við yvirtøku av loftrúminum. Tryggjar loftrúmið Føroyum stóran umsetning, er tað eitt krav, at umsetningurin verða nýttur til at útbúgva og styrkja um teir karmar og veitingar, ið fylgja við yvirtøkuni av luftrúminum. Hetta er tænastur sum Air-traffic control, radar service, veðurtænastu, tilbúgving og navigational aids.
Ísland er ein fyrimynd á hesum øki. Umsetningin, av at yvirtaka íslendska loftrúmið, hava íslendingar brúkt til byggja ein sterka veðurtænastu upp. Sama leist eiga vit at brúka. Yvirtaka vit føroyska loftrúmið, fer tað at lata dyrnar upp fyri eini fyrsta floks veðurtænastu í Føroyum. Eisini verður umsetningurin gróðrarbotnur undir eini betri útgjørdari føroyskari tilbúgving, kontrol og radar tænastu hjá føroyskari flogvinnu.
Hjá mær er eingin ivi um, at umsetningurin frá einari yvirtøku í fyrstu atløgu fer at geva okkum møguleika at byggja upp nýggj starvsøki knýtt at flogvinnuni, og hetta fer at hava fleiri nýggj arbeiðspláss við sær. Í aðru atløgu fer umsetningurin at styrkja um verandi tænastur, og hetta merkir enn fleiri nýggj arbeiðspláss.
Latið okkum ikki sita afturá. Latið okkum fremja yvirtøkuna av loftrúminum og flogvinnumyndugleikanum, og harvið tryggja okkum ein fastan umsetning, ið mennir og styrkir okkara flogvinnutænasturnar. Úrslitið er nógv nýggj arbeiðspláss. Og nýggja arbeiðspláss er júst tað, vit eiga at fokusera á í hesum døgum.
Eg geri, sum eg sigi
og sigi, sum eg geri