Gylti kossurin: Tevez og Maradona

Boca Juniors er argentinskur meistarin eftir gyltan koss millum Carlos Tevez og Diego Maradona

Boca Juniors vann í nátt argentinska meistaraheitið við 1-0 sigri á Gimnasia, meðan kappingarneytarnir úr River Plate spældu javnleik móti Atletico Tucuman.

Alt avgerandi málið í dystinum skoraði ein kendur maður í evropesiskum fótbólti, nevniliga Carlos Tevez, sum á sinni var liðfelagi við Gunnar Nielsen í Manchester City. Undan dystinum kysti Carlos Tevez størstu legenduna í søguni hjá Boca Juniors, Diego Maradon. Hann var heiðursgestur til dystin. Í hesum Coronatíðum hevur myndin fingið enn meiri uppmerksemi.

- Eg visti at eg mátti kyssa Diego. Eg var heppin og onguntíð skal tú leita eftir eydnuni, sigur 36 ára gamli Carlos Tevez.

Carlos Tevez hevur skorað níggju mál í 17 dystum á veg til meistaraheitið. Samanlagt hevur Boca Juniors bara latið 8 mál inn í 23 dystum.