Gylta leiðin millum sparingar og nýggjar inntøkur

Ráðini frá Búskaparráðnum eru púra greið: Neyðugt er at halda aftur í alemnnum útreiðslum. Neyðugt er at breiðka skattagrundarlagið hjá landskassanum. Og neyðugt er at vit fáa betri lønsemi í fiskivinnuna.

Soleiðis kunnu vit samanfata tað, sum búskaparfrøðingarnir í Búskaparráðnum mæla okkara kosnu monnum og kvinnum at gera. Vit hava hoyrt mikið frá politikarunum seinastu dagarnar, og tað tykist einki at bera til við at finna eina semju.

Í sendingini DVPluss í gjárkvøldið hoyrdu vit Jóannes Eidesgaard, Jørgen Niclasen og Tórbjørn Jacobsen tosa um neyðugu búskaparligu inntrivini saman við Thomasi Dam, formanni í Búskaparráðnum.

Tað er ein hugsjónarlig gjógv millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin. Tað er eyðsæð, og hendan gjógvin kemur til sjóndar við jøvnum millumbilum - samstundis sum flokkarnir til aðrar tíðir kasta saman, so sum vit skrivaðu fyrr í vikuni, har vit vístu á, at bæði Arbeiðsloysisskipanin og Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin vórðu samtykt av hesum flokkunum einsamøllum í stjórn.

Meðan Javnaðarflokkurin tosar um at breiðka skattagrundarlagið samstundis sum vit finna fleiri inntøkur, so heldur Fólkaflokkurin fast við, at hallið á fíggjarlógini skal fáast upp á pláss við sparingum. Heldur naviv tankagongd hjá Fólkaflokkinum.

Tórbjørn Jacobsen og Tjóðveldisflokkurin tykjast hella til politikkin hjá Javnaðarflokkinum - og partvíst Sambandsflokkinum við - har mælt verður til at gera nøkulunda í tráð við tilmælini frá Búskaparráðnum - hóast Javnaðarflokurin blankt afturvísir tilmælinum um ognarskatt. Harvið kann eisini staðfestast, at ognarskatturin ikki kemur á hesum sinni.

Vit hava eisini nevnt tað fyrr, at blokkstuðulslækkingin og skattalættin hjá ABC-samgonguni svara nøkulunda til hallið á fíggjarlógini. Við hesum skulu vit ikki siga, at hyggjuráðini eru at hækka skattin uppaftur og fara við húgvini í hondini niður á Christiansborg at biða um blokkstuðulshækkin. Men hava fólk dirvi til slíkar lækkingar, so mugu tey samstundis hava dirvi at gera neyðugu inntrivini, tí tey ikki megnaðu at útvega inntøkur í staðin fyri blokkstuðul og skattalætta.

Hóast tað hevur sæð svart út, so hómaðist okkurt konsensus millum hesar tríggjar flokkarnar, sum vórðu umboðaðir í sjónvarpinum í gjárkvøldið. Hugsanin hjá løgmanni kann uttan iva skvisast inn í millum hesi sjónarmið - so vit sleppa kanska undan nývali kortini, spurningurin er kanska, um tað er Fólkaflokkurin, sum fer út og Tjóðveldi inn - ella um vit fáa ta utopisku søguligu tjóðarsemjuna.
-------

Sosialurin