FÍGGJARVINNA
Tað loysir seg alsamt betur at sita í nevndini í Føroya Banka. Í 2005 fingu nevndarlimirnir tilsamans 692.000 krónur í samsýning fyri sítt nevndararbeiði í almenna bankanum. Hetta helt nevndin vera ov lítið. Tí varð nevndarsamsýningin í 2006 hækkað til 1.192.000 krónur. Nevndarformaðurin skuldi hava stívliga 400.000 krónur, meðan hinir fimm nevndarlimirnir býttu tær írestandi 800.000 krónurnar ímillum sín.
Um hetta mundið kom ferð á einskiljingartilgongdina av almenna bankanum, og samstundis kom eisini ferð á nevndarsamsýningarnar.
- Vit hava síðstu árini tillagað nevndarsamsýningarnar í mun til samsýningarnar aðrastaðni, í øðrum peningastovnum uttanlands. Nevndin hevur í nógv ár verið undirbetalt, sigur Jóhan Páll Joensen, nevndarformaður í Føroya Banka, tá vit spyrja hann um tølini.
Tí valdi nevndarformaðurin og nevndin at økja samsýningina til sín sjálvs nakað afturat. Í 2007 bleiv nevndarsamsýningin tí hækkað til 2,1 milliónir krónur, harav nevndarformaðurin nú skuldi hava 630.000 krónur.
Tað stóð samstundis nevndini greitt, at fráboðaða einskiljingin og skrásetingin á virðisbrævamarknaðinum fór at krevja meira arbeiði av nevndini. Tí valdi hon at tryggja seg sjálvan við einum eyka bonus. Hetta varð fráboðað í prospektinum, sum varð skrivað undan skrásetingini á virðisbrævamarknaðinum.
Bonusið ásetti nevndin at vera 1,4 millión. Av hesum fær nevndarformaðurin eina hálva millión.
Fimmfalt hurra
Samamborið við 2005 fekk nevndin í fjør bæði væl meira uppá vanligu samsýningina, umframt eitt trivaligt ískoyti fyri arbeiði í samband við skrásetingina á virðisbrævamarknaðinum.
Turru tølini vísa, at nevndarsamsýningin til teir seks nevndarlimirnar í Føroya Banka er fimmfaldað frá 2005 til 2007, um bonusið verður íroknað. Úr 692.000 krónum til 3.497.000. Bara í fjør var talan um eina trýfalding, sammett við árið fyri.
Spurdur, hví nevndin í fjør bæði valdi at hækka vanligu nevndarsamsýningina við 900.000 krónur, umframt at geva sær sjálvum eitt eyka bonus á 1,4 millión, er nevndarformaðurin fáorðaður.
- Tað havi eg onga viðmerking til, sigur Jóhan Páll Joensen.
Hann vil tó fegin vísa á, at talan er um eitt ábyrgdarfult starv at sita í nevndini í bankanum. Tí má lønin vera á slíkum støði, at hon kann tiltrekkja vælkvalifiserað fólk.
Vit spyrja nevndarformannin, um tað er rímiligt at nevndin bæði fær eina munandi lønarhækking og eitt stórt bonus.
- Eg skilji væl, at fólk sum ganga í smáum skóm, halda tað vera órímiligt. Men fólk sum hava skil uppá slíkt, halda tað neyvan vera órímiligt. Eg haldi sjálvur at tað er rímiligt, sigur Jóhan Páll Joensen.
Nevndarformaðurin heldur somuleiðis, at hansara egna nevndarsamsýning, 1.130.000 krónur, er rímilig.
- Tað kanst tú hugsa um. Men ja, eg haldi tað vera rímiligt, sigur Jóhan Páll Joensen og vísir til, at eigararnir í bankanum ikki halda annað enn at samsýningin er rímilig.
Jóhan Páll Joensen váttar, at tað er nevndin sjálv, sum ásetur sína egnu samsýning og eisini sítt bonus fyri árið í fjør.
- Men nevndarsamsýningarnar verða lagdar fyri aðalfundin í Føroya Banka sum partur av roknskapinum, og bonusið er nevnt í prospektinum, sum varð skrivað í samband við skrásetingina á virðisbrævamarknaðinum, sigur Jóhan Páll Joensen.
Sambært nevndarformanninum hevði nevndin í Føroya Banka eini 12-14 fundir í fjør.
- Men uppgávan sum nevndarformaður tekur mær dagar og vikur. Eg brúki minst tveir arbeiðsdagar um vikuna uppá nevndarformanssessin í Føroya Banka, sigur Jóhan Páll Joensen.
Sambært Jóhan Páll Joensen verður ikki talan um at lata nevndini bonus fyri árið í ár. Men nevndarsamsýningin verður ætlandi tann sama í ár sum í fjør, tvs. 2,1 milliónir krónur.
Gyltir mánaðir
Umframt nevndarformannin er tað serliga samsýningin til tann eina nevndarlimin, sum leypur í eyguni. Jóhannus Egholm Hansen sat í nevndini í Føroya Banka til og við 19. mars í fjør, hetta tíðarskeiðið var hann næstformaður í nevndini. Fyri hesar 78 dagarnar fekk hann 274.000 krónur í nevndarsamsýning. Jóhannes Egholm Hansen fekk einans vanliga nevndarsamsýning, ikki bonus.
Sjálvur er Jóhanus Egholm Hansen fáorðaður um nevndarsamsýningina.
- Eg veit ikki, hvaðan tú hevur tølini. Eg havi ikki sæð tølini, og ynski tí ikki at gera viðmerkingar til tey, sigur Jóhannes Egholm Hansen.
Hann sigur seg fyrst vilja lesa roknskapin og tosa við Jóhan Páll Joensen, nevndarformann, áðrenn hann ynskir at úttala seg til Sosialin.
Spurdur, hvørt hann ikki hevur móttikið pengarnar fyri langari tíð síðani og tískil átti at vitað, hvat hann hevur fingið pengarnar fyri, er Jóhannes Egholm Hansen knappur í vendingini:
- Eg áni ikki, hvussu nógv eg havi fingið, sigur advokaturin í fartelefonini úr Danmark, har hann í dag arbeiðir.
Hann leggur afturat, at Sosialurin er vælkomin at ringja aftur seinni.
Jóhan Páll Joensen, nevndarformaður í Føroya Banka, heldur at samsýningin til Jóhannes Egholm Hansen er í lagi.
- Hann gjørdi eitt stórt arbeiði í samband við skrásetingina á virðisbrævamarknaðinum, og tí haldi eg tað vera rímiligt, at hann fær hasa samsýningina, sigur Jóhan Páll Joensen og leggur afturat, at Jóhannes Egholm Hansen í hesum sambandi hevur gjørt onkra uppgávu fyri bankan. Hann vil tó ikki útgreina, hvat fyri uppgávu talan er um.
FAKTA:
So nógv fekk nevndin í Føroya Banka í fjør:
Nevndarsamsýning Bonus
Jóhan Páll Joensen, nevndarformaður: 630.000 500.000
Jens Erik Christensen (frá 19/3-2007) 404.000 300.000
Graham D. Stewart 199.000 150.000
Eyðhild Skaalum (frá 19/3-2007) 158.000 150.000
Olav Enomoto 200.000 150.000
Sigmar Jacobsen 200.000 150.000
Høgni Hansen (til 19/3-2007) 31.000 0
Jóhannus Egholm Hansen (til. 19/3-2007) 274.000 0
Kelda: Roknskapurin hjá Føroya Banka










