Gyklar fram ein gamlan dreym

Strendur: Í meiri enn 15 ár hevur strandingurin Ásbjørn Berthelsen gingið við einum dreymi: At hava sítt egna show sum gyklari.

Ikki fyrrenn hóskvøldið 15. september 2011 gjørdist hetta veruleiki, tá hann á fyrsta sinni gyklaði fyri vaksnum fólki í Bygdarhúsinum í heimbygd hansara.

Hetta var valkvøldið, men tað helt ikki honum aftur í at geva seg fult, og gykla fyri fólki, soleiðis at tey sótu púra paff.

Ein teirra tók soleiðis til: "Langt síðani, eg havi flent so nógv. Og tá vit gloymdu at klappa, ja, so var tað tí at vit vóru so - paff.

Vónandi verður eykasýning, so tey sleppa at síggja, sum ikki kundu koma í kvøld ella í gjárkvøldið". 



Íalt hava um 120 fólk sæð showið. Eftir ætlanini verður Magic Night aftur á skránni nú mikukvøldið.