Gwen Stefani stuðlar Britney

Villa lívið hjá Britney Spears má skjótt fáa ein enda.

Gwen Stefani roynur at stuðla Britney, ið hevur sera stórar trupuleikar í løtuni. Tær báðar songskvinnurnar búðu einaferð tætt saman, Greiðir 37 ára gamla Stefani frá.
" Eg vóni, at hon hevur tað gott,. Hon hevur fyri kortum fingið eitt barn. Eg vóni, at hon skjótt sleppur at njóta tað. Tað er ótrúligt, sigur Gwen ið sjálv er mamma at einum soni.
Gwen leggur afturat, at henni dámar sera væl hárið hjá Britney. " Hon sær gott út við øllum rakaðum av".