Fýra mans vórðu í nátt raktir av skotum í Keypmannahavn. Ein teirra doyði. Eina aðrastaðni bleiv ein maður stungin, men slapp við lívinum Triðja samdøgrið á rað var aftur ein skottilburður í Keypmannahavn í nátt. Hesaferð var tað uttan fyri eina kaffistovu á Amager.
Løgreglan sigur, at fýra fólk vórðu rakt av skotum. Tey vórðu flutt á sjúkrahús alt fyri eitt, men eitt teirra doyði stutt eftir.
Eygnavitni hava greitt løgregluni frá, at ein maður bleiv noyddur at leggja seg niður á vegin. Síðani bleiv hann skotin, men slapp við lívinum.
Síðani fóru teir báðir gerningsmenninir inn í kaffistovuna, har teir skutu frá hond. Trý fólk vórðu rakt, og eitt teirra doyði.
Enn hevur løgreglan einki sagt um álopsmenninar, ella um tilburðurin kann hava nakað samband við uppgerðina millum ymisk harkalið, sum hava herjað Keypmannahavn í seinastuni.
Í gjárkvøldið bleiv ein 38 ára gamal maður stungin á einari matstovu á Nørrebro. Hann er ikki í lívsvanda, sigur løgrerglan.