Í spanska landspartinum Catalonia stríðast sløkkiliðini við at fáa tamarhald á einum stórum skógareldi, sum hevur herjað har teir seinastu dagarnar. Sambært myndugleikunum hevur eldurin kravt fýra mannalív, 19 fólk hava fingið skaða, og 135.000 fólk hava fingið boð um at halda seg innandura.
Tað hevur verið rættiliga nógvur vindur í landnyrðingspartinum av Spania, og tað hevur darvað sløkkiarbeiðið. Hildið verður, at umleið 13.000 hektarar av skógi eru farnir upp í royk.
Skógareldurin hevur eisini darvað samferðsluna nógv, og tað hevur millum annað givið teimum nógvu útlendsku ferðafólkunum trupulleikar.










