Millum klokkan seks í morgun og klokkan 10 fyrrapartin rakar ein ógvusligur sólstormur jørðina. Talan er um løddar bitlar, sum koma hendanvegin við einari ferð, sum svarar til 6,4 milliónir kilometrar um tíman.
Fólk hava einki at stúra fyri, tí sólstormurin er ikki vandamikil fyri fólk, men hann kann órógva eitt nú elveitingina og GPS-skipanir, og tað er serliga galdandi fyri tann norðara partin av jørðini.
Sólstormurin í dag er tann ógvusligasti í fimm ár. Í 1989 var ein so ógvusligur sólstormur, at kanadiski stórbýurin Quebec misti streymin.