54 fólk vórðu tikin í ógvusligum ófriði á Nørrebro í Keypmannahavn í nátt Ófriðurin kyknaði undir einari mótmælisgongu, sum bleiv hilin í sambandi við, at eitt hálvt ár er liðið, síðani Ungdómshúsið á Nørrebro bleiv tikið niður.
Millum 500 og 600 ungfólk vóru við í mótmælinum, sum endaði í einum ruðuleika. Tey ungu brutu inn í handlar, tóku vørur og innbúgv út á gøtuna og settu eld á. Løgreglan legði uppí, og minst 54 fólk vórðu tikin.
Í morgun er friðarligt á Nørrebro.