Klokkan 20.58 fríggjakvøldið fekk løgreglan í Suðuroy fráboðan um, at eldur var í gomlu Statoilstøðini á Trongisvági, sum er beint við síðuna av gamla atløguplássinum hjá Smyrli á Drelnesi.
Tá stóðu húsini longu í ljósum loga. Eldurin var bæði stórur og ógvusligur, og ein spreinging hoyrdist eisini inni úr húsinum.
- Hetta er størri enn nýggjársbálið, ljóðaði ein viðmerking av Tvøroyri um eldin.
Bygningurin sum brendi, hevur áður verið statoilstøð, men hevur í nøkur ár staðið partvís tómur, ella nýttur til onnur endamál.
Leingi brann bara síðubygningurin, av tí at nógvi vindurin førdi eldin burtur frá høvuðsbygninginum. Í vestara enda í høvuðsbygninginum stóð ein oljubilur. Hann varð fingin út, júst sum eldurin breiddi seg.
Oddur Dimon, sløkkiliðsleiðari, segði við Suðuroyarportalin, at hetta var sera djarvt av bilføraranum, og stutt eftir hetta var allur bygningurin eitt eldhav.
Klokkan 22.30 høvdu teir tamarhald á eldinum, og Oddur Dimon metir, at eftir umstøðunum gekk sløkkiarbeiðið væl.
Brendi í grund
Men hóast sløkkiarbeiðið gekk væl, so er lítið gott eftir har bygningurin stóð.
Eftir standa betongelementini og ein partur av uttara enda av bygninginum, har handilshølið var. Uttanfyri stendur ein uppkolaður lastbilur, inni í høvuðsbygninginum standa maskinur, onkur bátur, trukkur, ein niðurfallin tekja, jarnbjálkar hvørt um annað, alt brent til ein bunka av burturkasti.
Síðubygningurin, har eldurin byrjaði, er burtur. Ongin gassfløska var á staðnum, so spreingingin, ið var í eldinum í gjárkvøldið, stavaði ikki frá henni.
Skaði fyri meiri enn eina millión
Tá Sosialurin tosaði við løgregluna í Suðuroy í morgun, var enn ógreitt hví eldurin kyknaði, men teir skulu út at gera nærri og gjøllari kanningar seinnapartin í dag. Fyrr enn tá fingu teir onki sagt um nakra møguliga orsøk.
Tó segði løgreglan seg kunna útiloka, at eldurin var ásettur við tí fyri eyga, at fáa okkurt burtur úr í fíggjarliga, tí næstan onki í bygninginum var tryggjað. Enn ber eisini illa til at siga, hvussu nógv skaðin hevur kostað í krónum og oyrum, men løgreglan í Suðuroy sigur, at lítið er at ivast í, at skaðin samanlagt er omanfyri milliónina.