Eftir eitt álvarligt ferðsluóhapp á Kalbaksvegnum í kvøld, eru trý vaksin og eitt barn send á Landssjúkrahúsið. Sambært vakthavandi á politistøðini rendu tveir bilar saman á Kaldbaksvegnum í kvøld. Annar bilurin fór útav vegnum. Løgregla, tríggir sjúkrabilar, sløkkiliðið við klippiútgerð og kavabilar vóru við í hjálpiarbeiðinum, tá fýra fólk, harav eitt barn, vóru við í einum álvarligum ferðsluóhappi í kvøld. Talan var um ein pápa við einum barni, eina kvinnu og føraran í hinum bilinum.
Vakthavandi veit enn ikki, hvussu fólkini eru fyri, men tey avvarðandi hava fingið boð.