Ógvusligt al-Qaida álop í umbúna

Ein loyndarfull frágreiðing ávarar ímóti einum serstøkum al-Qaida álopi í summar. Frágreiðingin er skrivað fyri amerikanska ráðið fyri ríkistrygdina, the Departement of Homeland Security. Hetta ráðið hevur m.a. sum uppgávu at verja USA ímóti terror-álopum, skrivar ABCNews.com fyrr í kvøld.

Serliga stórur møguleiki er fyri at amerikansk ferðafólkaflogfør verða rakt. Upplýsingar og tekin, sum amerikanska fregnartænastan hevur útvegað sær, vísa greitt samanhangin millum støðuna á sumri 2001 og nú seks ár seinni. Hinvegin avnokta amerikanskir myndugleikar uppáhaldið.

- Vit hava ongar serstakar og álítandi upplýsingar um eitt álop á USA í næstum, sigur ein umboðsmaður fyri ráðið við ABC News.

Sambært sjónvarpsrásini fekk fregnartænastan í USA upplýsingar um terror-álopið í Glasgow fyri tveimum vikum síðani. Her varð eisini nevnt, at Prag var eitt møguliugt terror-mál.

Hesir upplýsingarnir komu kortini ongatíð bretsku myndugleikunum í hendi.