Ógvusligar meldurhvirlur í USA

Nógv túsund fólk í amerikonsku statunum Illinois og Missouri sita í streymloysi, tí sera harðar meldurhvirlur hava slitið streymveitingina. Teir lokalu myndugleikarnir í Illinois siga, at har hava meiri enn 35.000 hús ongan streym, men at elfeløgini stríðast við at fáa streymveitingina í rættlal. Men tey mugu skunda sær, tí veðurmenninir siga frá meiri illveðri seinni.

Í Missouri hevur eisini verið ógvusligur torusláttur.

Myndugleikarnir siga, at teir hava ikki fingið boð um nakran mansskaða.