Ógvuslig spreinging á sølutorgi

Í minsta lagi 25 fólk doyðu, tá ein sterk bilbumba brast við eitt sølutorg í irakska býnum Diwaniya fyrrapartin. Umleið 70 fólk fingu skaða.

Myndugleikarnir siga, at bumban var í einum stórum hýruvogni, sum onkur hevði sett frá sær við torgið. Løgreglan hevur fyribils lýst útigongubann í býnum.

Fimm tímar undan spreingingini í Diwaniya brast ein bumba í býnum Karbala, og hon var sambært myndugleikunum ætlað shiamuslimskum pílagrímum.